Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Lawrence Eagleburger er deyður, 80 ára gamal. Eagleburger var uttanríkisráðharri hjá George Bush eldra. Hann tók við eftir James Baker.
Lawrence Eagleburger gavst annar í uttanríkistænastuni í 1984, tá hann og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Henry Kissinger stovnaðu eitt ráðgevaravirki. Men Bush fekk hann at taka uttanríkisráðharraembætið á seg í 1989.