Edith Mørkøre listaframsýning á Varðanum Pelagic

Tíðindaskriv:

 

Í døgunum frá 28. til og við 30. mai sýnir Edith Mørkøre fram í Varðanum Pelagic.

 

Framsýningin umfatar bæði málningar og grafikk-list.

 

Dyrnar verða lætnar upp hósdagin 28. mai kl. 17.00 og borðreitt verður við onkrum góðum til góman.

 

Øll eru vælkomin.

 

Edith sigur soleiðis: 

 

“Í náttúruni lata mínir tankar seg skiftandi upp og aftur, í takt við egnan andadrátt... Varðar vísa veg yvir fjøll og geva vón...”

 

Edith finnur íblástur til listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í vøkstrinum, fuglalívinum, gerandisdegnum, og í fólkinum sum her býr...

 

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðs-starv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt sjálvstøðugar framsýningar, luttikið á felagsframsýningum og sensureraðum fram¬sýningum her heima og uttanlands. Edith hevur í apríl, í ár, luttikið og sýnt fram á stórum Norðurlendskum Grafikkfestivali á Fjón har 29 listafólk úr ymiskum norðanlondum, vóru útvald at sýna fram.

 

Møguleiki er at vitja framsýningina á Varðanum Pelagic soleiðis:

 

Tórsdagin kl 17.00 til kl 20.00

 

Fríggjadagin á Mentanarnáttini kl 17.00 til kl 21.00 

 

Leygardagin kl 13.00 til kl 16.00

 

##med2##