Mynd: Kommune Kujalleq

Tamarhald er nú á náttúrueldi í Nanortalik

- Vindurin liggur soleiðis, at eingin roykvandi er fyri borgarunum í Nanortalik, sigur átaksleiðarin við grønlendska kringvarpið

Mynd: Kommune Kujalleq

Seinnapartin í gjár kom eldur í landslagið nærindis grønlendska býnum, Nanortalik, men í dag veit grønlendska kringvarpið - knr.gl - at siga, at tamarhald nú er á støðuni.

 

Sambært kringvarpinum, sum hevur skift orð við átaksleiðaran í býnum, Thorvald Madsen, hevur í dag verið arbeitt við at sløkkja seinastu eldarnar.

 

Grønlendska kringvarpið skrivar, at 19 sløkkiliðsfólk og 12 sjálvboðin hava verið við í sløkkiliðsarbeiðnum.

 

Tað er framvegis roykur, tí tað enn ikki hevur eydnast at sløkkja eldin heilt, sum er uppeftir fjallasíðuni.

 

- Vit bíða nú eftir svari úr Qaqortoq, og ætlanin er, at ein tyrla skal koma og sløkka seinastu eldarnar.

 

Átaksleiðarin sigur, at tað ber illa til at sleppa uppeftir skráanum og fjallasíðuni.

 

Thorvald Madsen leggur aftrat, at eldurin nú er so mikið undir eftirliti, at vandi ikki er fyri, at hann spreiðir seg.

 

- Vindurin liggur eisini soleiðis, at eingin roykvandi er hjá borgarunum í Nanortalik. Um hetta broytist, verður sagt frá, leggur hann aftrat.

 

Sum skilst, hava sløkkiliðsfólk og sjálvboðin brúkt jollur og pumpur í sløkkiliðsarbeiðnum.

 

 

 

Mynd: Kommune Kujalleq