Eg eri bæði skelkaður og illur

Havnarmaður var eitt sekund frá at verða niðursigldur av Sea Shepherd

- Eg dugi ikki at síggja nakra grund til hansara sigling, enn ynskið um at provokera meg á lívshættisligan hátt.

Tað sigur útróðrarmaðurin í Havn, Carl August Arge.

Seint seinnapartin í dag var um reppið, at hann varð niðursigldur av skipinum hjá Sea Shepherd, Sam Simon.

Á Facebook sigur hann, at hann er bæði skelkaður og illur, tí hann hevur aldrin upplivað nakað líknandi, og at hetta var grovt brot á siglingarreglurnar,

Hann sigur, at hann var til útróðrar norðuri í fjørðinum í dag og at hann sá, at Sam Simon lá og sigldi aftur og fram allan dag har á leiðini.

Um fimm tíðina setti hann kós móti Havnini., hann sigldi spakuliga og stóð og kruvdi úti á dekkinum.

- So kemur Sam Simon og yvirhálar meg á mínari bakborðssíðu. Eg gjørdi tekin til hann, peikaði á mína bakborðs lanternu og gjørdi tekin at hann má broyta kós, sigur Carl August Arge.

Men Sam Simon broytti ikki kós!

- Í síðstu løtu -tá eg sá at hann als ikki reageraði- leyp eg fram og setti fulla kraft bakk. Tað var akkurát so at eg megnaði at sleppa undan samanstoyti. Tá nærmast var í millum var talan um uml ein metur og kanska eitt sekund, sigur hann.

Hann sigur, at tað var tjúkt av Sea Shepherd fólki á brúnni og úti á dekkinum, og at fleiri komu rennandi at hyggja hvat var áfatt og um hann var blivin niðursigldur.

- So skjótt Sam Simon var klárur av mær broytti hann kós og sigldu út á miðan fjørð. Hann ætlaði sær als ikki á Havnina, og eg dugi ikki at síggja nakra aðra grund til hansara sigling enn ynskið um at provokera meg á lívshættisligan hátt, sigur Carl August Arge.

Hann var staddur út fyri Hoyvíksholm, kanska eitt sindur norðari, og spyr nú um nakar man hava sæð tilburðin

Hann hevur meldað tilburðin, og tað váttar løgreglan. Løgreglan sigur, at tey fara at avhoyra Sea Shepherd og úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, hvat hendir víðari.