- Eg eri eingin festapa

- Hvørt nýggjár ynski eg, at eg kann verða mínum nærmastu ein betri maður, pápi og abbi og mínum starvsfólkum ein betri leiðari, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á P/F Pelagos í Fuglafirði.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Eg havi nógv at gleðast um í 2014. Heilsan var góð, míni nærmastu høvdu tað gott, og eg slapp at vera virkin millum nógv góð og dugnalig fólk á nógvum ymiskum økjum.

 

Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á nýggja uppsjóvarvirkinum, P/F Pelagos í Fuglafirði.

 

Um nýggjárshøgtíðina, sum júst er løgd aftur um, sigur hann:

 

- Eg eri eingin festapa yvirhøvur, heldur ikki á nýggjárinum. Tó er ársskiftið ein serlig tíð fyri meg, har eg kann finna upp á at sita pinnastillur í einum stóli framman fyri vindeyganum. Eg fegnist og gleðist um tað, sum er farið - og við álvarsemi hugsi eg um, hvørt møguleikin býðst aftur í einum nýggjum komandi ári. 

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Við tíðini havi eg ásannað, at nýggjárslyfti sjáldan føra nakran veg, og tí gevi eg ikki nýggjárslyfti. 

 

Men, hevur Jóhan Páll Joensen nakað nýggjársynski, nú vit eru komin inn í 2015?

 

- Hvørt nýggjár ynski eg, at eg kann verða mínum nærmastu ein betri maður, pápi og abbi og mínum starvsfólkum ein betri leiðari í nýggja árinum.






 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?

 

- Eg dugi í løtuni ikki at síggja, at 2015 skal verða nógv øðrvísi enn 2014, burtursæð frá at man eldist. Síggi tó fyri mær avbjóðingar í nýggja árinum í tí virksemi, har man í løtuni starvast, sigur stjórin á P/F Pelagos, Jóhan Páll Joensen.