Eyðun Johannesen, leikstjóri, er í løtuni í Føroyum, her hann m.a.fyrireikar uppsetingina av Shakespearleikinum ?Dreymur jóansøkunátt³, sum Axel Tórgarð hevur umsett.
Eyðun Johannesen kemur heim at seta leikin upp, í sambandi við 20 ára stovningardagin hjá Grímu, ið leikstjórin sum kunnugt tók stig til.
Í leikinum verða einir 10 - 12 leikarar, og væntandi verður frumsýningin 5. mars næsta ár.
Sosialurin tosaði við Eyðun Johannesen í sambandi við at Dario Fo, víðagitni leikritahøvundurin fekk virðisløn Nobels, sum er 7,5 mió. svenskar krónur.
Eyðun hevur einamest verið við til at gera Dario Fo kendan í Føroyum. Henda leikritahøvund hava føroyingar tikið til sín, fyri á skemtiligan hátt at fáa áskoðaran at taka ímóti leikum við álvarsligum innihaldi.
- Tað undraði meg, tá eg frætti at Dario Fo hevði fingið virðislønina, at tað var ein dramatikari sum fekk hana, sigur Eyðun Johannesen.
Avdúkaði muturgølur
Í Italia
- Hinvegin, so hugsaði eg, at um nakar sjónleikhúsmaður og dramatikari skuldi fáa hana, so var Dario Fo sjálvskrivaður. Eg hugsi eisini at ein atvold til tað er, at Dario Fo um nakar í sekstiárunum fór undir uppgerðina við Mafiu-felagsskapin og at avdúka mutur í almennu umsitingini í Itali- Hetta gjørdi hann uttan um partapolitikk og tær víðgongdu rørslurnar, bæði á vinstra- og høgravonginum í Italia.
- Eg giti mær eisini til, at Dario Fo hevur fingið virðislønina fyri at hava brúkt listina sum stríðsamboð, men eisini fyri sítt arbeiði sum listarligur vísundamaður og granskari, sigur Eyðun Johannesen.
Leikstjórin sigur, at tilfarið sum Dario Fo hevur arbeitt við er vísundalig gransking um italskar fólkasiðir í samband við trúgv og politikk.
- Harnæst hevur Dario Fo endurreist gamla italska sjónleiksiðin ?Comedia del¹ Arte³.
Út frá hansara arbeiði er hesin leikháttur spjaddur til europeiska meginlandið, og víða um í heiminum. T.d. eru leikbólkar í USA, sum framføra ?Comedia del¹ Arte³, og tað er ivaleyst eisini eitt úrslit av arbeiðinum hjá Dario Fo, sigur Eyðun Johannesen.
Granskari og vísundamaður
Annað arbeiði hjá kenda leikritahøvundanum veit Eyðun Johannesen at siga, at Dario Fo er limur í siðsøguligum granskingarbólki í Sameindu Tjóða, sum granskar í siðsøguni innan sjónleik langt aftur í tíðina.
- Nógv av tí,sum er komið frá hesum arbeiðsbólki hava vit onga vitan havt um áður, eitt nú um, hvussu leiksiðir eru íkomnir og hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, sigur Eyðun.
Fyrstu ferð Dario Fo leikur varð framførdur í Føroyum var í 1969, var tað við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra.
Eyðun hevði tá verið á skeið hjá Dario Fo á Leikhúsinum Odin í Holsterbro, har Dario Fo hevur havt nær tilknýti, og hevur skipað fyri skeið o.t. í seksti- og sjeytiárunum.
- Eyðkenni fyri hansara skeiðleiðslu var sjálvandi, at hann var bæði leikritahøvundur og útinnandi sjónleikar, men Dario Fo er eisini útbúgvin arkitektur, og hann varein frálíkur teknari, sigur Eyðun.
Um hansara framúrskar-andi frásøgukynstur, sigur Eyðun, at Dario Fo megnar at siga frá djúpumog torgreiddum málum á slíkan hátt, at tað stendur klárt fyri áskoðarunum.
Grovur í frásøgukynstri
- Hóast hann ofta er grovur og blasfemiskur í síni frásøgn, so dugir hann at vera tað, uttan tó at virka guðsspottandi.
Hansara filosofi er, at látur gevur betur atgongd til menniskjuni enn álvarsemi.
Hann er førur fyri at húðfletta myndugleikatrúgvar persónar og maktmenniskju. Hetta ger hann so meistarliga, at teir standa blottaðir, sigur Eyðun, sum hevur stóra virðing fyri hesi eldsál.
Stríðist framhaldandi
- Hóast hann er vorðin víða gitin, heldur hann fram at stríðast, og vil ikki gevast áður enn mutur og annar rotinskapur er avdúkaður.
- Hann er undangongumaður fyri at avdúka munturgølur Italia, og hevur gjørt græsrótarbeiði á hesum øki, sigur Eyðun Johannesen, sum í hesum viðfangi sigur, at hann er glaður virðisløntakarans vegna, og stoltur av at hava verið tann, sum gjørdi leikritahøvundan kendan í Føroyum.