- Eg eri ríkiliga signaður

Løgtingsmaður fyllur 65 ár í dag.

- Eg havi tað heilt fantastiskt. Tá eg hyggi aftur á lívið, so má eg bara ásanna, at tað hevur gingið skjótt.


Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fyrrverandi landsstýrismaður og fyrrverandi formaður fyri Nýtt Sjálvstýri, sum í dag fyllur 65 ár.


Kári P. Højgaard hátíðarheldur dagin í Danmark, har familjan eigur eitt summarhús í Lolland. Tá Miðlahúsið ringdi fyri at ynskja honum tillukku við degnum, gleddist hann yvir eitt eydnuríkt lív.


- Eg havi verið ríkiliga signaður, bæði andaliga og tímiliga. Eg havi eina góða konu, seks børn, fimtan abbabørn og eitt gott starv. Eg kundi ikki ynskt mær meira, sigur Kári P. Højgaard.


Flestu føroyingar munnu kenna Kári P. Højgaard frá hansara starvi sum løgtingsmaður. Hann kom fyrstur ferð á ting í 2001, tá hann tók sæti sum varamaður fyri Sámal Petur í Grund, ið tá var landsstýrismaður. Í 2002 varð Kári P. Højgaard valdur á ting, og hevur hann, fyriuttan tá hann sat sum landsstýrismaður í innlendismálum frá 2011-2013, havt sæti síðan.


Spurdur um hann hevur ætlanir um at halda fram í politikki, vil løgtingsmaðurin ikki sigur ov nógv.


- Um hendan samgongan situr alt skeiðið, so verði er 68 ár til næsta løgtingsval. Pensjónsaldurin er 67 ár, so tað sigur seg sjálvt, at eg má umhugsa støðuna væl og virðiliga tá, sigur Kári P. Højgaard.


Kári P. Højgaard var føddur 21. juli 1951 á Strondum og er sonur Meinhardt og Jenny Højgaard. Hann er giftur við Simonu Højgaard og eiga tey børnini Maibritt, Jan, Anni, Bogi, Bárður og Heidi.


Eftir lokið realprógv í 1967 sigldi Kári P. Højgaard í nøkur ár, áðrenn hann fekk starv sum avgreiðslupostboð í 1971. Í 1967 tók hann við sum yvirpostboð og helt fram í tí starvinum til 2001.


Umframt at hava verið løgtingslimur og landsstýrismaður, so røkti Kári P. Højgaard eisini sessin sum býráðslimur í Runavíkar kommunu frá 1988 til 2008.