- Eg eri sera spentur til nýggja árið

- Vinfólk og familja í okkara “sosialu boblu” koma at vitja á nýggjárinum, sigur Jens Mortan Rasmussen.

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?

- Í ár verður nýggjárið hildið á Strondum. Dagurin byrjar væntandi um morgunin við “kirkjurenning” úr Kelduni í Skálafirði og út til kirkjuna við Sjógv. Okkurt bál verður tendrað. Vinfólk og familja í okkara “sosialu boblu” koma at vitja, og vit fara at njóta útsýnið úr stovuvindeyganum yvir Skálafjørðin, Nólsoyarfjørð og Tangafjørð. 

Tað sigur Jens Mortan Rasmussen á Strondum.

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?

- Hvør størsta hending hjá mær í 2020 hevur verið, er torført at siga, tí eg upplivi vanliga sera nógv gjøgnum eitt ár. Nakrar av teimum stóru hendingunum vóru at sigla ein seglbát úr Limfjørðinum til Føroyar og flyta í nýggja Skúlan á Fløtum. Eg byrjaði at renna regluliga hin 4. januar. Hetta er fyribils blivið til tvey hálvmarathon, ein 1/4 Ironman - og enntá eitt føroyameistaraheiti í súkkling, men eg kundi avgjørt nevnt fleiri aðrar hendingar í árinum.

Og hvat var tað keðiligasta í 2020?

- Keðiligasta hending er heilt sikkurt, at eg sleit liðbondini til østbeinið í einum samanstoyti við eitt lamb. Eg kom við nógvari ferð á súkklu oman móti Kirkjubø. Knappliga leypir eitt lamb upp úr veitini, og har lá eg. So, nú skyldi eg bara upp á økslina, um tað er okkurt, eg ikki klári, sigur Jens Mortan Rasmussen brosandi.

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?

- Eg havi altíð góðar vónir nærum um alt, og eg eri sera spentur til hetta árið, sum nú stundar til. Norðlýsið kemur á sjógvin aftur sum eitt nýtt skip. Eg havi eina útbúgving, eg skal gera lidna. Á tí ítróttarliga økinum eru fleiri uppgávur á skránni, og eg vóni at sleppa at súkkla til arbeiðis av Strondum gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. 

Tað, sum Jens Mortan Rasmussen tó vónar mest, er, at hann og konan kunnu hátíðarhalda teirra silvurbrúdleyp í summar, soleiðis sum tey ynskja.

Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?

- Eg minnist meg ikki hava givið eitt nýggjárslyfti, men eg kann gott geva eitt í ár. Hetta er kanska serliga til tey, ið kenna meg. Eg skal nokk eta meir komandi ár, enn eg havi etið í ár, sigur Jens Mortan Rasmussen, sum ynskir øllum eitt gott nýggjár.