Eg eri spentur til uppgávuna

Tað sigur Kristian Joensen, sum í gjárkvøldið skifti frá grannunum úr NSÍ til uppflytararnir í B68.

Størsta skiftingin í føroyskum fótbólti í gjár, tá vindeyga lat aftur, var tann at fyrrverandi NSÍ málverjin Kristian Joensen skifti til grannarnar úr B68. Leigusáttmálin við B68 bleiv undirskrivaður 1 minutt áðrenn vindeyga stongdi í gjárkvøldið.

NSÍ heintaði Andras Gango inn áðrenn kappingina, tí at Kristian Joensen hevði ætlanir um at royna seg í útlendskum fótbólti, men tað miseydnaðist.

Kristian Joensen kom tí í eina trupla støðu í Runavík, har hann skuldi verða eykamálverji.

-      Eg fekk at vita frá venjaranum at teir komu ikki at hava brúk fyri mær, og tí var tað upplagt at eg leitaði eftir nýggjum felagið.

Tað eru fleiri ið hava mett at skifti frá NSÍ til B68 kann virka sum eitt fet tann skeiva vegin fyri Kristian Joensen, men tað er málverjin ikki samdur í.

-      Tað er ikki eitt skifti tann skeiva vegin. Í Runavík hevði eg bara fingið dystir við næstbesta liðnum og ístaðin sleppi eg at leika fast í Effodeildini, so eg meti ikki at tað ítróttarliga er eitt skifti tann skeiva vegin fyri meg. 

-      Tað er eisini eitt pluss at B68 er eitt felag, ið kanska hevur bestu umstøður at venja í landinum, saman við havnafeløgunum.

Spurdur um Kristian Joensen er spentur uppá avbjóðingina við B68, svarar Kristian.

-      Ja, eg eri spentur til uppgávuna. Havi verið og vant á Toftum í kvøld fyri fyrstu ferð og haldi at tað sær spennandi út. Vit hava nakrar royndar leikarar og so eisini nakrar góðar ungar leikarar, ið kunnu gera um seg.

Kristian Joensen er leigaður frá NSÍ til B68 og fær tískil ikki leikt sín fyrsta dyst sunnudagin, tí at grannarnir møtast innanhýsis.

Kristian Joensen fær tí sín fyrsta dyst fyri B68 í 2 umfarið, tá B68 á heimavølli skal leika móti EB/Streymi.