Virkandi forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum, Bingerð H. Fosságil, sigur, at jólaaftan í ár verður hildin hjá yngru dóttrini og hennara familju á Toftum.
- Vit eta dunnu tíðliga jólaaftanskvøld. Hetta verður helst um 18-tíðina, tí tað má ikki vera ov seint, tá smá, ótolin og spent børn eru við. Børnini gleða seg sjálvsagt til jólagávurnar, sigur hon brosandi.
Hon sigur, at bæði 1. og 2. jóladagur verða hildnir heima saman við børnum og familju.
- Sjálv havi eg einki jólagávuynski, men eg veit, at eg fái onkran pakka, og eg gleði meg til at pakka upp. Eg eri takksom fyri alt, eg fái, sigur hon.
Bingerð H. Fosságil sigur, at jólini og jólaboðskapurin um Jesusbarnið hava stóran týdning fyri hana. Tað er umráðandi, heldur hon, at vit ikki gloyma, hví vit halda jól.
- Áðrenn jólapakkarnir verða pakkaðir upp, verður jólaevangeliið lisið, leggur virkandi forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum aftrat.
Er tað nakað serstakt, sum tú hevur heft teg við í árinum sum fer?
- Eg eri takksom fyri góða heilsu, og eg eri takksom fyri, at eg ikki havi havt koronu, ei heldur havi verið rakt av sóttarhaldi.
Virkandi forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum ásannar, at korona hevur fylt nógv í árinum - og serliga nógv hjá hennara limum, sum arbeiða við røkt og heilsu.