- Eg havi neyðugu slagkraftina

Løgtingsmaðurin Johan Dahl, ið hevur bjóðað Kaj Leo Johannesen av um formanssessin í Sambandsflokkinum, heldur, at hann hevur neyðugt slagkraftina til at menna og leiða flokkin aftur í fremstu røð

Í annaðkvøld byrjar árligi landsfundurin hjá Sambandsflokkinum í Læraraskúlahøllini. Mest spennandi evnið á fundinum er ivaleyst valið av formanni flokksins. Suðuroyartingmaðurin Johan Dahl hevur bjóðað sitandi formanni, Kaj Leo Johannesen, av, og í annaðkvøld skulu sambandsfólk so gera av, um tey vilja hava Johan Dahl ella Kaj Leo Johannesen til formann næsta árið.
 
Brúk fyri einum sterkum profili
Johan Dahl sigur, at hann hevur valt at stilla upp eftir áheitan frá fleiri limum í lokalfelgunum hjá Sambandsflokkinum kring landið, sum hava víst sína ónøgd við verandi leiðslu, og sum halda, at flokkurin hevur brúk fyri einum sterkum profili.
- Teir, sum hava heitt á meg um at stilla upp, halda, at eg havi tað neyðugu slagkraftina og tann profil, sum skal til. Sjálvur haldi eg eisini, at eg havi styrkina og visjónirnar, ið skulu til fyri at styrkja flokkin og fáa hann víðari, sigur Johan Dahl.
Tingmaðurin heldur, at sum er, hevur flokkurin alt ov lítla ávirkan í mun til støddina.
- Vit sita í samgongu sum størsti flokkur uttan at hava løgmann. Vit hava áður havt leiðsluna í samgongum við millum annað Edmund Joensen og Paula Ellefsen, og tá hava vit víst góð úrslit. Edmund sat sum løgmaður í ivaleyst størstu kreppuna í Føroya søgu, og tað kláraði hann ótrúliga væl. Tað ræður um hjá okkum at koma aftur í landsins ovasta sess. Men seinastu veljarakanningarnar vísa tíverri ikki, at útlit eru fyri, at vit fáa leiðsluna aftur, sigur tingmaðurin.
- Eg eri øgiliga góður við Sambandsflokkin og havi altíð stuðla honum. Men hesa seinastu tíðina havi eg saknað power, strategi og dynamikk aftan fyri flokkin. At tað verður stungið út í kortið, hvat tað er, sum vit vilja. Tann parturin av flokkinum haldi eg ikki virkar nóg væl í løtuni, sigur formansvalevnið.
 
Flokkurin er eitt gott alternativ
Johan Dahl heldur, at Sambandsflokkurin hevur eina bjarta framtíð, og at flokkurin hevur allar møguleikar at vinna seg heilt fram aftur.
-Vit eru eitt gott alternativ, tí í dag er bert ein sambandsflokkur í Føroyum, meðan restin av flokkunum á tingi eru loysingarflokkar. Vit eru einasti flokkur, sum burturav vil verja ríkisfelagsskapin. Eg haldi eisini, at nógv fólk ikki skilja ríkisfelagsskapin. Nógv hugsa bert um blokkin, men tað eru so nógvir aðrir ágóðar, ið vit fáa í sambandi við ríkisfelagsskapin, so sum atgongd til danska heilsuverkið, føroyskir ungdómar kunnu fara á hægri lærustovnar í Danmark, og so kunnu vit eisini gera gagn av donskum sendistovum kring allan knøttin, greiðir Johan Dahl frá.
 
Ikki persónsstríð
Formansvalevnið úr Suðuroynni leggur stóran dent á, at formansvalið í Sambandsflokkinum ikki er nakað perssónsstríð.
- Kaj Leo og eg eru stak væl, og vit standa saman um politikkin. Tað snýr seg um sambandspolitikk, og hvussu vit fáa hann fram. Hvørjar leiðir skal flokkurin ganga, og hvussu kemur flokkurin aftur at ganga á odda í føroyskum politikki, sigur Johan Dahl, ið heldur tað verða umráðandi, at talan ikki gerst um eitt persónsstríð.
Tingmaðurin heldur eisini, at tað er umráðandi at fáa bæði lokalfeløgini og ungmannafeløgini hjá Sambandsflokkinum kring landið meiri virkin.
- Sum nú er, hendir ikki so nógv í feløgunum, men tú kanst gera nógv meira í flokkshøpi, og tað kann til dømis verða við at skipa fyri evnisdøgum kring landið, har ikki bert sambandsfólk men øll áhugað kunnu verða við. Tað eru jú lokalfeløgini, ið hava fingurin á pulsinum og vita, hvat tað er, ið rørir seg úti kring landið. Tað er eisini umráðandi, at Sambandsflokkurin fer at leggja størri dent á at menna útjaðaran. Gamaní skal Havnin hava alt tað, sum ein høvuðsstaður skal hava, men samstundis er neyðugt at menna útjaðaran, soleiðis at vit fáa ungfólk við útbúgving at støðast í útjaðaranum, sigur Johan Dahl.
Hann heldur somuleiðis, at vit fyri at draga fólk við serkunnleika til Føroya kunnu gera serskattaskipanir, ið geva eitt nú granskarum og serkønum fyrimunir. Slíkar skipanir kenna vit frá eitt nú Danmark og Írlandi, sigur tingmaðurin.
 
Hevur góðar vónir
Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri at verða valdur til formann, sigur Johan Dahl, at hann hevur góðar vónir.
- Eg haldi, at eg havi ein rímuliga góðan møguleika fyri at verða valdur til formann. Stillararnir hjá mær arbeiða aktivt við at útvega neyðugu atkvøðurnar, ið skulu til fyri at fáa meirilutan. Eg trúgvi eisini, at mítt arbeiði sum formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum kemur mær til góðar í sambandi við formansvalið. Uttanlandsnevndin er tann mest politiska nevndin av øllum løgtingsnevndunum, og í arbeiðinum í henni havi eg víst mítt støðufesti, og tað fer vónandi at koma mær til góðar í annaðkvøld, sigur Johan Dahl.
Hann heldur tó, at tað sær út til at gerast eitt sera tætt val, men hann vónar tó, at talan verður um greiðan sigur til annað av valevnunum, so at Sambandsflokkurin stendur samlaður fram móti 100 ára degnum hjá flokkinum, sum verður í august mánað í ár.
- Um eg verði valdur, fara sambandsfólk ikki beinan vegin at merkja nakran mun, men tey fara at merkja mun. Í fyrstu atløgu fara vit at endavenda flokkin fyri at vita, hvat skal gerast fyri at føra flokkin fram, sigur Johan Dahl at enda.