Eg komi aldri yvir tað

Stutt fyri jól í 1999 hendi ein vanlukka við SMS. Ein tíggju ára gomul smágenta varð yvirkoyrd og lat lív. Anna Petra Winther koyrdi bussin, og lívið hjá henni fór í knús. Hon sigur,at lívið steðgaði upp hesa løtuna, og tað verður aldrin tað sama aftur

SamrøÐa
Solby A. Eliasen
[email protected]

Beint yvir av kirkjugarðin við Velbastaðvegin býr Anna Petra Winther og familja hennara. Maður og fimm børn.
Maður Onnu Petru, Karlon, koyrir taxa og buss, og fyrr plagdi Anna Petra at hjálpa honum. Men tað ger hon ikki longur. Tað fekk ein bráan enda, tá ein tíggju ára gomul smágenta lat lív undir bussinum, sum Anna Petra koyrdi fram við SMS, tann 15. desember í 1999.
? Tað gongur ikki ein dagur uttan, at eg hugsi um hana og hennara familju, sigur Anna Petra, sum hevur sera ilt við at tosa um vanlukkuna. Ferð eftir ferð steðgar gráturin henni, og tað sást væl, at hon ikki er komin yvir tað, hóast góð fýra ár eru farin framvið.
? Eg komi ongantíð yvir tað. Eg var atvoldin til, at eitt barn lat lív. Ynskti so, at tað var eitt av mínum børnum, tí so rakti hetta bert okkum. Men ístaðin rakti tað eina heila aðra familju eisini, sigur Anna Petra, sum ikki hevur nakað samband við mammu gentuna í dag.
Hon hevur hitt hana onkuntíð. Anna Petra var við til jarðarferðina og hevur yrkt ein sang um gentuna til mammuna. Tann sangin hevur hon eisini givið teimum.
Men enn tann dag í dag rennur tað kalt niður eftir rygginum á Onnu Petru, tá tað nærkast jólunum. Og minningardagurin fyri teimum, ið hava latið lív í ferðsluni, er ein ringur dagur hjá henni. Hon sigur, at hon veit, at tað er gott hjá øðrum, men fyri hana er tað bert enn ein ræðulig áminning, um at hon var atvoldin til, at ein smágenta lat lív í ferðsluni.
? Eg orki ikki fyri hasum degnum, sigur Anna Petra og turkar sær um andlitið.
Gleið undir bussin
Vanlukkan stendur klokkuklár í høvdinum á Onnu Petru.
Tað var sera hált hetta kvøldið, men Anna Petra hevði júst verið í Danmark og tikið hálkuskeið, so hon kendi seg trygga við at koyra, hóast tað var hált. Hon koyrdi býbussin, sum koyrir niðan millum Gilja og á Løgmannabreyt og so oman í Steinatún. Allastaðni uppi á Løgmannabreyt og millum Gilja vóru vegirnir saltaðir, so har var ikki hált. Kortini koyrdi hon sera varliga.
Tá hon kemur koyrandi oman móti SMS frá Hálsi av, sær hon eina lítla gentu, sum stendur við vegkantin og skal yvir um vegin. Anna Petra steðgar fyri at lova henni yvirum. (Hetta var áðrenn rundkoyringina við SMS, blaðkv.)
Gentan byrjar at ganga, men setist so aftur og vinkar til Onnu Petru og ger tekin um, at hon bara skal koyra. Anna Petra koyrir so avstað og hugsar við sær sjálvari, at hatta var skilagott av gentuni, tí hon hevur so vánaligt sýni yvir hinar banarnar, tí bussurin er so stórur.
Hon hevur eyguni eftir gentuni allatíðina í síðuspeglinum. Gentan byrjar so at ganga, men so brádliga hvørvur hon. Anna Petra steðgar bussinum og fer út. Gentan er ongastaðni at síggja. Hon spyr nakrar menn, sum koma framvið, um teir ikki hava sæð eina smágentu har. Men tað høvdu teir ikki. Anna Petra hyggur allastaðni, og menninir við, men gentan er horvin. So hyggja tey undir hjólið, og tá liggur gentan har.
Júst hvat er hent, veit Anna Petra ikki, men tað var sum sagt sera hált hetta kvøldið, og so løgið tað ljóðar, so var tað ikki saltað á vegnum við SMS.
? Um gentan gleið undir bussin, tá hon byrjaði at ganga ella hvat hendi, tað veit eg ikki, sigur Anna Petra, meðan tárini renna í stríðum streymum niður eftir kjálkunum á henni.
Tá hon sá gentuna, steðgaði alt upp hjá henni. Hon var púra forvirrað, og panikkurin breiddi seg skjótt millum bæði hana og tey fólkini, sum komu til. Túsund tankar rasaði inni í høvdinum á henni, og hon visti ikki, hvat hon skuldi gera. Onkur bað hana bakka, onnur bóðu hana koyra fram. Og hon var sera nær við at bakka, men gjørdi tað kortini ikki. Og tað vísti seg seinni at vera tað rætta.
Tað fekk hon at vita frá løgregluni, men tað var ikki nakar serligur uggi.
Bíðaði eftir blóðroynd
Vanligt er, tá ferðsluvanlukkur henda, at bilførarin verður kannaður. Anna Petra varð biðin um at fara á Landssjúkrahúsið til blóðroynd. Hon minnist ilt aftur á hetta. Hon mátti bíða ein heilan tíma í bíðirúminum, áðrenn hon slapp framat.
? Eg minnist, hvussu øll gløddu at mær, tí eg sat og græt og roytti meg sjálva og venaði meg, greiðir hon frá. Men hon var fullkomuliga frá sær sjálvari, og tá var tað enn ikki staðfest, um gentan var deyð ella ikki. Men Anna Petra var bangin fyri tí.
Langt um longi varð blóðroyndin tikin, og Anna Petra kundi fara.
Seinni hetta kvøldið tosaði hon so við ein løgreglumann. Hon spurdi hann, um gentan var deyð. Hesin svaraði við at spyrja, hvat hon helt sjálv. Hon svaraði, at hon helt, at hon var deyð, og hon fekk játtandi aftursvar.
? Hevði hon bara havt grátið ella okkurt, so vistu vit, at hon var á lívi, men har var onki lív, sigur Anna Petra stillisliga.
Ongin meining
Anna Petra endurtekur ferð eftir ferð, at hon ikki dugir at síggja meiningina í hesum.
? Hví skuldi ein so ung genta doyggja, og hví skuldi tað júst vera eg, spyr hon. Har er ongin meining í, og tað kann vera líkamikið hvønn veg eg vendi hesum, so finni eg onga meining í tí, sigur hon.
Anna Petra hevur verið ræðuliga óð við Gud fyri tilburðin og beisk.
? Eg eri trúgvandi og havi Jesus í mínum hjarta, men hetta havi eg verið øgiliga ill við hann um, sigur hon.
Eisini hevur hon verið ill um mannagongdina við at salta vegirnar. Hon fýlist á, at tað ikki varð saltað á vegnum við SMS hetta kvøldið. Tað var glerstoytt, og stutt fyri jól.
? Eg spyrji bara, hví tað ikki varð saltað á einum vegastrekki, har tað koyrir so nógv ferðsla og so serliga so tætt upp undir jól.
Men tað hjálpir ikki Onnu Petru at hugsa so. Hon fær ikki broytt tað, sum hendi, sjálvt um hon hevði viljað givið alt fyri tað.
Svøvnleysar nætur
Anna Petra hevur havt nógvar svøvnleysar nætur, har tilburðurin rennur fram fyri hana ferð eftir ferð.
? Eg kann ikki lýsa, hvussu strævnar tær eru, og hvussu einsamalla eg kenni meg, greiðir hon frá, meðan hon heldur um høvdið.
Ein styrki hjá henni er, at hon dugir avbera væl at yrkja sangir. Hon hevur yrkt mangan sangin hesar svøvnleysu næturnar. Tað hevur hjálpt henni til tíðir og stytt um longu næturnar.
? Lívið verður ongantíð aftur tað sama, tá ein hevur verið úti fyri slíkum. Eg haldi heldur ikki, at ein kann læra seg at liva við slíkum. Tað stendur onkunstaðni, at tað verða ikki lagdar tyngri byrðar á herðarnar hjá okkum, enn vit orka at bera, men eg kenni tað sum, at eg sleipi hesa byrðuna aftaná mær og bara gangi runt og spyrji hví.
Nógvar slíkar dagar og nætur hevur Anna Petra havt, men hon leggur tó dent á, at ikki allir eru soleiðis.
? Onkrar dagar er tað so nøkulunda, men eg komi aldrin yvir tað, slær hon fast.
Gloymd
Hóast tað var ómetaliga ringt, so fór Anna Petra til jarðarferðina.
? Eg vildi yvirvinna nakað við at fara til jarðarferðina. Eg royndi at sita still og vónaði, at ongin kendist við meg, sigur hon.
Undir jarðartaluni varð tosað um tragiska mátan hon doyði uppá. Og tað gjørdi ikki støðuna hjá Onnu Petru frægari. Síðani varð biðið fyri systkjum, foreldrum og teimum, ið stóðu henni nær.
Eftir sat Anna Petra og vildi ynskt, at biðið eisini varð fyri henni, tí ein var, sum var atvoldin til alt. Tað vistu øll.
? Tá man fer at nevna mátan, hon doyði uppá, kundi ein lítil tanki verið sendur mær, heldur Anna Petra, og hon vónar samstundis, at hetta kann verða ein áminning um, at tað til tíðir eisini situr ein eftir, sum hevur skuldina av einari vanlukku og hevur tað ógvuliga ringt.
? Tað hevði uttan iva givið ein fløvandi ugga til ein og hvønn, sum kemur út fyri slíkum, sigur Anna Petra.
Minningardagurin harður
Anna Petra kempar enn, fimm ár eftir vanlukkuna, við at stápla sær eitt so nøkulunda lív upp á beinini. Hon er komin meira enn einaferð út fyri, at fólk tosa um vanlukkuna, uttan at hugsa um, at hon er tilstaðar. Tað dugir hon væl at takla í dag, við at fara sín veg. Men tað rívur tó alt upp innan í henni.
Og í so máta er minningardagurin fyri teimum, ið hava latið lív í ferðsluni fyri hennara viðkomandi bert enn ein áminning um syrgiligu vanlukkuna stutt fyri jól í 1999.
Hon orkar nærum ikki at vera til tann dagin, og hon stúrir fyri honum langt frammanundan.
? Eg veit, at dagurin ger gott fyri mong, men tað ger hann ikki fyri meg.
? Lívið gongur víðari. Tó júst í hesum førinum steðgar tað upp aftur hvørjaferð, eg fái eitt afturstig, og tey eru ikki so fá í tali. Skuldarkenslan yvir at hava tikið lívið hjá einum barni fer altíð at verða har, og tað er ein tung byrða at liva við restina av lívinum, sigur Anna Petra Winther.

?????
Hendan sangin yrkti Anna Petra
til smágentuna

Rósan

Lag: Sóljugentan

Ein lítil rósa í hava liggur
hon blomstrað hevur í tíggju ár
við tárum væta vit hesa rósu
tí djúpt í hjarta har eru sár.

Í heimi blomstraðu fýra rósur
ein mamma bar allar við á ferð
við eitt so vóru tað bara tríggjar
tann eina var ikki meira her.

Tann lítla rósan hon heim er farin
ei blomstrar aftur foldum á
ein eingil bar hana heim ístaðin
hon trygg í faðirsins ørmum lá.

Hvør skuldi trúð hendan fitta rósan
ei aftur verður at síggja her
vit minnið um hana altíð goyma
tann besta rósa í hesu verð.

Har mangar rósur í hava liggja
men hendan rósan hon kærast er
tað er so tungt og vit ei tað skilja
at hendan rósan hon var á ferð.

Vit lýsa frið yvir hesa rósu
sum hvílir trygt í várs faðirs búð
vit hjálp og styrki frá Gudi fáa
ein dag vit rósuna skulu sjá.