Vestmanna: - Ja, eg fekk tjansin at sleppa við. Og honum tók eg sjálvandi av!, sigur 24 ára gamla kvinnan úr Vestmanna.
Hesin tjansurin kom, tá Fram og Vestmenningur fóru nýggjan túr undir Føroyum í gjárkvøldið. Tað sjáldsama við hesum túrinum er, at hetta samstundis er fyrstu ferð at Durita er stýrimaður umborð.
Í hesum umfarinum verður bert talan um ein einstakan túr hjá henni. Hon ætlar sær nevniliga í land aftur, tá hesin túrurin er liðugur - vónandi um nakrar fáar dagar.
Og Durita veit eisini, hvat liggur næst á skránni hjá henni. Tað er tað í øllum førum eingin ivi um:
- Tá er tummilin vónandi í lagi, og so skal eg fáa tað seinasta við í hondbóltinum: Fyrst at vinna FM-heitið saman við hinum í Stjørnuni. Og síðani at fara við lansliðnum til Estlands at luttaka í Women’s Challenge Trophy í apríl mánaði!
Eingin ivi man vera um, at á hondbóltsvøllinum liggur hennara partur ikki eftir. Og tað ger tað neyvan heldur á sjónum. Spurningurin er so, hvørjar ætlanir hon hevur á sjónum í framtíðini.
- Eg ætli mær so í øllum førum at út í verðina at sigla, slær hon fast.
Men fyrst ræður um at fylla lastina umborð á Fram og Vestmenningi við góðum upsa. Kanska fingu teir - ella rættari sagt: tey! - eitt gott hál fyrrapartin í dag.
Lukkuligt óhapp
Durita Christophersen hevði uttan iva vilja verið við á Stjørnu-liðnum sum í annaðkvøld skal spæla ímóti StÍF á Skála.
Hon hevði uttan iva eisini viljað verið við, tá steypafinalan í hondbólti herfyri varð spæld millum fyrrverandi liðfelagar hennara úr Vestmanna og teir núverandi úr Klaksvík.
Men tíverri fyri hana var hon áhaldsin ein dagin frammanundan, tá hon og aðrar kvinnur stuttleikaðu sær í kavanum. Úrslitið var, at hon breyt sær tummilin.
- Ja, hetta var ikki so gott, tí eg varð “sjúkrameldað” í fýra vikur. Eg mátti tí sita á beinkinum í finaluni. Tað var ikki serliga stuttligt, greiðir hon frá.
Í aðrar mátar var hon kortini heppin. Teir umborð á Fram stóðu beint nú og manglaðu ein stýrimann. Og við útbúgving síni sum skipsførari, var hetta ein møguleiki sum hon - í orðsins sanna týdningi - ikki lat fara aftur við borðinum.
Tá Fram og Vestmenningur loystu frá bryggju, var hon stýrimaður og Kristen Friis skipari umborð á Fram.
- Eg havi jú “bara” brotið tummilin, so eg fái saktans trýst á allar knøttarnar á brúnni, sigur hon brosandi.
Fiskur og kvotur
Tað er greitt, at tá ein kemur úr einum heimi har pápin er reiðari á fleiri skipum, so eru orð sum fiskaprísir, svørt ella reyð tøl á botnlinjuni og kvotur ofta at hoyra.
Durita hevur uttan iva lurtað væl eftir hesum, og er so líðandi vorðin áhugað í føroyskari fiskivinnu, tí longu sum heilt ung ynskti hon at sleppa til skips á fyrsta sinni.
Mamman var kortini einki við uppá tað tá, men eftir at Durita hevði gingið nakrar mánaðir til student gavst hon, og fór við Nærabergi sum dekkari. Aftaná hetta hevur hon verið dekkari bæði við Fram og Vestmenningi, sum pápi hennara er reiðari á, og við Grønanesi sum somuleiðis er heimahoyrandi í Vestmanna.
- Eg fekk so ikki skrekk av sjólívinum, kemur tað brosandi frá Duritu.
Og rætt hevði hon, tí nøkur ár seinni stóð hon við prógvi sum skipsførari í hondini.
Nú er hon stýrimaður umborð á Fram, sum fór til fiskiskap í gjárkvøldið. Og sum altso hálaði fyrstu ferð á hesum túrinum í morgun.
Eingin happing
Fyri Duritu er ikki tann stóri munurin at vera kvinnuligur stýrimaður í einum mannfólkaheimi og við sjómanspráti.
- Nei, hetta er fínasta slag. Eg kenni allar menninar umborð, tí teir eru úr Vestmanna. Teir siga so einki við meg um nakað, greiðir hon frá.
Men so leggur hon aftrat: - Tað hevði kanska verið øðrvísi, um eg fór umborð á okkurt annað skip, har eg ongan kendi!
Ætlanin var at mynstra kl. 3 í gjár, men beint áðrenn var ein av manningini so óheppin at detta í kavanum og bróta sær beinið. Teir máttu tí ringja eftir einum øðrum manni úr Hvalvík.
- Vit hava havt trolið úti í einar sjey tímar nú, og eg vænti at vit fara at hála hvørja løtu, sigur Durita Christophersen.
Skipanin umborð er hon, at tey ganga fyri sovítt ikki í føstum vaktum. Tær eru so, sum fiskiskapurin er. Tá Durita er stýrimaður á brúnni umborð á Fram, er Jónsvein Haraldsen skipari umborð á Vestmenningi.
Durita hevði ikki meiri enn sagt setningin um tey skjótt fóru at hála, tá boðini komu um at nú skuldi hálast fyrstu ferð á hesum túrinum.
- Tær sær út til at vera hampiligt í posanum, leggur hon aftrat.
Jú, tað er spennandi at vera stýrikvinna umborð á Fram!