- Tað er ein skeiv avgerð at fáa eitt apotek upp í miðbýnum.
Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.
Tórshavnar Býráð hevur leingi roynt at fáa Apotekið at lata eina deild upp í miðbýnum. Og nú hevur tað eydnast, tí býráðið og Apotekið eru nú samd um eina avtalu, har Apotekið leigar góðar 60 fermetrar í gamla bygninginum hjá BankNordik í miðbýnum.
Nógv kjak hevur verið um at fáa apotek í miðbýin, Men Bogi Andreasen er ein av teimum, sum halda, at tað er ein skeiv avgerð av býráðnum at fáa Apotekið oman í miðbýin.
Les eisini: Havnarfólk vilja hava apotek í miðbýin
- Tað er ein vánalig loysn, og tað er tekin um ómetaliga lítið hugflog, tá ið býráðið vil hava eina fyritøku oman í býin at selja somu vøru, sum tey annars gera á høvuðsdeildini, sum bara er 300 metrar burtur, helt Bogi Andreasen.
- Eg skilji tað yvirhøvur ikki, sigur hann.
Hann hevur áður sagt, at eftir hansara tykki, hevði tað verið betri skil í at apotekið læt eina deild upp í Hoyvík.
Men tað skiltist eisini á býráðslimum, at eftir teirra tykki hevur tað alstóran týdning, at talan ikki bara verður um at selja heilivág, sum fæst í hondkeypi í deildini í miðbýnum.
Býráðslimir løgdu sera stóran dent á, at tað eisini skal bera til at avgreiða reseptir í miðbýnum. Tað varð eisini upplýst á býráðsfundinum, at tað fer eisini at bera til at avgreiða reseptir í deildini í miðbýnum.
- Kunnu reseptir avgreiðast í miðbýnum, er tað til gleði og gagns fyri borgaran, helt Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin.
- Tað er fínasta slag at fáa apotek í miðbýin, men tað er sjálvandi treytað av, at tað fer at bera til at avgreiða reseptir í deildini í miðbýnum, segði Sjúrður Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.
Hann heldur, at teir 300 metrarnar hjá Boga Andreasen kunnu gera rættiliga stóran mun hjá fólki, sum eru til gongu, tí Apotekið í miðbýnum fer at liggja beint við høvuðsstøðina hjá Bussleiðini í Havn, har allir bussarnir steðga, segði hann.
Les eisini: Heldur apotek í Hoyvík enn í miðbýnum
- Eg trúgvi einki upp á, at tað fer at bera til at avgreiða reseptir, tí tað er so umfatandi mannagongdir fyri tí, at eg ivist í um tað ber til, staðfesti Bogi Andreasen.
- Hevði Apotekið farið at avgreitt reseptir í miðbýnum, skuldi eg tikið undir við tí, men eg veit, at tað fer ikki at henda, legði hann afturat.
Les eisini: Nú kemur apotek í miðbýin
Og tað er væl trúligt, at hann fær rætt, tí tað sær út til at vera ein misskiljing, tá ið tað varð upplýst á býráðsfundi, at tað fer at bera til at avgreiða reseptir í miðbýnum.
Hjalti Gunnarstein á Tjaldurs Apoteki staðfestir nevniliga, at Apotekið hevur ongantíð sagt, at ætlanin er at avgreiða reseptheilivág í miðbýnum.
Les eisini: Kappingaravlagandi at fáa apotek í miðvýin
- Hetta er ein hondkeypssøla, og tað merkir, at vit fara at selja heilivág í hondkeypi, og fríhandilsvørur í deildini í miðbýnum, og hetta er tað vit á Apotekinum hava boðað frá, sigur hann.
Men hvat tað so kann verða til í longdini, er ein annar spurningur, sum als ongin støða er tikin til enn, leggur hann afturat.