- Eg skilti ikki, hví tey vaksnu grótu

- Familjan hjá mær flutti til Illulisat, og onnur fóru til aðrar býir, sigur Peter Mathissen, sum liggur á Fuglafirði við grønlendska frystitrolaranum, Tasermiut.

- Eg var bara sjey ára gamal og helt tað vera spennandi at fara við práminum umborð á stóra reyða ferðamannaskipið, Disko. Tíí skilti eg ikki, hví tey vaksnu grótu.

 

Tað sigur 53 ára gamli kokkurin umborð á frystitrolaranum, Tasermiut, Peter Mathissen, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Peter Mathissen var ein av teimum mongu grønlendingunum, sum í 1972 varð fluttur úr minubýnum Qullissat á Diskooynni í Vesturgrønlandi.

 

- Í 1924 byrjaði danski staturin at gera býin, sum var tætt við eina kolaminu. Kolaarbeiðið gav nógv arbeiði, og fólk fluttu til býin. Við árunum vaks býurin, til hann at enda var triði størsti býur í Grønlandi við umleið 1100 fólkum.

 

Lagt verður aftrat, at Qullissat eisini var ein av mest framkomnu býunum í Grønlandi við ravmagni, telefonsambandi, skúla, sjúkrahúsi og kirkju.

 

- So gjørdi staturin av at niðurleggja minuarbeiði og flyta fólkini burtur úr býnum. Fráflytingin byrjaði í 1968 og nøkur ár fram, til tey sjálvbodnu eisini fóru. Í 1972 vórðu tey seinastu fólkini flutt - móti sínum vilja.

 

Peter Mathissen vísir í samrøðuni á, at børnini sjálvsagt ikki skiltu álvaran í tí, sum hendi, men vóru bara spent. Tey, sum høvdu búð har í áratíggju og elskaðu sítt heim, býin og oynna, grótu og fluttu móti sínum vilja.

 

- Familjan hjá mær flutti til Illulisat, og onnur fóru til aðrar býir, ofta har, sum tey høvdu familju. Eg havi havt eitt gott lív, eri útbúgvin kokkur, og mær dámar væl at sigla. 

 

Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur Peter Mathissen, at teir hava verið á makrelveiði í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar. Teir hava landað 500 tons av frystum makreli í Íslandi og eru nú á Fuglafirði, tí teir á Vónini skulu gera okkurt við trolið.

 

Ætlanin er at fara avstað aftur sum skjótast. Umborð á Tasermiut vóru teir blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði. 24 mans eru við trolaranum, og teir eru grønlendingar, íslendingar og føroyingar.