Sum danskur tænastumaður kundi A. G. Nielsen hildið fram í starvinum sum deildarleiðari í Postverki Føroya til hann rundaði tey sjeyti um trý ár, men tað ynskti hann ikki. Í fjør heyst vóru 50 ár síðani A. G. Nielsen byrjaði, fyrstu árini í Danmark, men síðani 28. mars í 1955 hevur hann arbeitt í Føroyum.
- Tað var meiningin, at eg bara skuldi vera í Føroyum í eitt ár, men so fann eg mær eina føroyska gentu og so varð eg verðandi. Nú flyti eg so avgjørt ikki niður aftur. Føroyar eru staðið, har eg skal verða, sigur A. G. Nielsen.
Broytingarnar hesa sløku hálva øldina, síðani A. G. Nielsen kom til Føroyar at arbeiða, hava verið nógvar og stórar.
- Tá ið eg byrjaði, gingu seks postboð við posti í Havn. Postverkið átti tá ongan bil. Posturin varð sendur við báti um alt landið, men so tóku bilarnir yvir og tað broytti nógv.
- Avgjørt tann størsta broytingin hesi árini hevur verið, at postverkið varð yvirtikið í 1976 og vit skuldu standa á egnum beinum. Áðrenn sendu vit roknskapin til Danmarkar, men eftir yvirtøkuna skuldi vit gera okkara egna. Og skifta reyðu búnarnar út til teir bláu.
- At teldurnar gjørdu innrás, hevur eisini broytt nógv. Tær hava lætt munandi um arbeiðið.
- Postverkið fær nógvar avbjóðingar í framtíðini, og fær eisini kapping á fleiri mótum. Enn havi eg bara ringar royndir av privatu útberingini av bløðum leygardag, men tað kann ikki annað enn verða betri. Peningastovnarnir hava tikið yvir ein stóran part av inngjaldingunum, ið fyrr vórðu gjørdar á posthúsunum, og fólk eru farin at brúka internetið meiri til at senda brøv. Men størsta avbjóðingin hjá postverkinum verður at umskipa tað til eitt partafelag, sigur A. G. Nielsen at enda.