Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Tað verður avgjørt ein túrur av landinum. Eg havi ongan ferðaseðil keypt enn, tí samráðingarnar hjá Heilsuhjálparafelagnum hava drigið út, og enn er eingin semja gjørd. Tískil ber ikki til at rýma av landinum, meðan limirnir onga lønarhækking fáa. Arbeiðið kemur fyrst - og so alt hitt aftaná.
Tað segði Mary Antonsdóttir, tá vit herfyri spurdu hana, hvussu summarið hjá henni fer at verða, og hon legði aftrat:
- Men, eg vænti, at í juli fara tey flestu í feriu, so um hálvan juli skuldi ein møguleiki verið at sloppið avstað.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Sum sagt, so er eingin ferðaseðil keyptur enn. Eg fari altíð til eitt nýtt land, tí eg vil síggja so nógv sum til ber, meðan eg eri her. Eg vænti, at eg fari til Budapest, hóast eg upprunaliga ætlaði at fara til Albania. Men, í Albania er helst ov heitt fyri meg í juli.
Mary vísir á, at tá hon í fyrraári var í Split í Kroatia, fekk hon hitaslag og varð ordiliga illa fyri í tveir dagar. Umframt øgiliga hitan, var luftvætan eisini sera høg.
- So, eg noyðist at hugsa um hitastigini, har eg fari.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Nei, tað er synd at siga, at eg havi verið so ófør at vitja í Føroyum. Svikaliga veðrið ger, at eg leiti mær til sól og summar úti í stóru verð. Eg havi tó vitjað flestu oyggjar í Føroyum - uttan Mykines. Har skuldi eg havt verið við Fakfelagssamstarvinum, sum var starvsfólkatúr herfyri, men tá var eg á fundi við Semingsstovnin.
##med2##
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Tað hevur alt at siga at sleppa úr dagliga trummirumminum. Eg havi altíð havt stóran útlongsul - tað at uppliva aðrar mentanir, hvussu fólk liva og virka aðrastaðni, og eg havi í fleiri førum vitjað ellis- og røktarheim í útlondum av áhuga fyri eldraøkinum.
Mary Antonsdóttir vísir á, at eitt nú var hon og vitjaði eitt privat ellis- og røktarheim í Beograd í Serbia eitt árið.
- Venda vit aftur til summar og ferðing, eri eg ikki ein, ið tími at liggja á einari strond og sóla mær. Tað havi eg ikki bindindi til, og húðin hjá mær dámar ikki sól, tí hon er ljós og frøknut. Eg vitji forminnissøvn, kirkjur, siti á kafé, spáki runt og bara eri til og njóti nú'ið, leggur hon aftrat.












