Økið á Bakka í Vestmanna skal nú ruddast og gerast klárt at byggja á, tí her skulu níggju nýggjar íbúðir byggjast á økinum.
Tað er eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvard Kjærbæk og Jákup Andreas Lamhauge, sum skal byggja íbúðirnar.
Saman við Kolastykkinum var økið á Bakka herfyri boðið út til bústaðarbygging.
- Tá freistin var farin, var samtakið hjá teimum trimum boðið til samráðingar við kommununa, og niðurstøðan var, at teir keypa økið frá kommununi.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at økið nú verður ruddað, soleiðis at tað verður klárt at byggja íbúðir á.
- Talan er um níggju íbúðir við tveimum kømrum, einum alúmi og einum baðirúmi.
Lagt verður aftrat, at allar íbúðirnar verða eisini atkomiligar hjá fólki við rørslutarni.
- Fleiri smálutir og upplýsingar um íbúðirnar verða almannakunngjørdir seinni.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at endamálið við útboðnum var at fáa lagt aftrat bústaðarmarknaðinum í Vestmanna.
- Vit fegnast um, at vit fingu eitt so gott uppskot inn, verður lagt aftrat.
##med2##













