Eitt tað fyrsta tú leggur til merkis, tá tú tosar við sterka mannin, er, hvussu smæðin hann er. Hálvavegna rodnar, tá hann verður spurdur, um vit kundu fingið okkum eitt stutt prát.
Ein skuldi í øllum førum ikki trúð, at heimsins sterkasti maður hevur orsøk at vera smæðin, og tað tykist heldur ikki soleiðis, tá kappast verður.
Landið ein fyrimunur
Janne Virtanen byrjaði í 1995 at kappast í sonevndu Strongman-kappingunum, og sjálvur sigur hann, at hann alla tíðina hevur roknað við, at hann kundi røkka heilt langt í hesum.
Longu trý ár seinni, í 1998, vann hann heitið sum sterkasti maður í Finnlandi, og sama ár luttók hann eisini fyri fyrstu ferð í kappingini um at gerast heimsins sterkasti:
- Eg visti tá, at eg var millum teir bestu í heiminum, tí ert millum teir bestu í Finnlandi, telist tú eisini millum teir teir sterkastu í heiminum, sigur hann, og vísir á, hvussu stolta siðvenju Finnland hevur í ítróttini.
- Vit hava í nógv ár havt sera góð úrslit innan hesa ítrótt, sigur Janni, og vísir á nøvn sum Ilkka Nummisto, Riku Kiri og Jouku Ahola.
Júst Jouko Ahola hevur í nøkur ár verið venjingarfelagi hjá Janne, og sjálvur er Janni ikki í iva um, at hetta eisini hevur gjørt seg til ein nógv betri íðkara.
- Hvør tann einasta venjing gerst ein kapping millum okkum báðar, og tí verða vit alla tíðina noyddir at geva okkum 100%. Hetta viðførir sjálvsagt, at venjingin gerst harðari, og so kemur sjálvandi eisini meira burturúr.
Góðir vinir
Eitt, sum vit løgdu til merkis umborð á Norðlýsinum, er, hvussu væl allir kappingarneytarnir tykjast at vera. Somu fatan hevði ein eisini, tá teir fríggjamorgunin høvdu tíðindafund um sjálva kappingina.
Spurdur um hetta svarar hann, at soleiðis hevur tað altíð verið.
? Sum so kann man siga, at hesar kappingarnar eru ein rættulig familjuítrótt. Hóast tað ofta er ógvusligt, tá kappast verður, so verður ongantíð nakað ilt sagt millum luttkararnar, og eitt nú hjálpa vit altíð hvørjum øðrum, soleiðis at vit nýta somu hjálparfólk o.s.fr.
Eitt heldur sjáldsamt fyribrigdi innan ítrótt á høgum støði, sum alt meira hevur lindið til skilja, heldur enn savna partarnar, so hvørt sum pengarnir fáa alsamt meira vald í ítróttaheiminum.
Málið rokkið
Sum nevnt omanfyri, so hevur Janni alla tíðina trúð uppá, at hann kundi koma langt innan ítróttina, og verður hugt at, hvørji heiti hann hevur vunnið, kann ein bert geva honum rætt í hesum.
Bæði einsamallur og tá kappast verður í pørum (saman við Jouku Ahola) hevur hann vunnið sterkastu kappingarnar í heiminum, men er so nakað eftir at stríðast fyri.
- Ja, tað er tað. Sum so er tað rætt, at eg einki havi eftir at vinna, men so má man bara seta sær sum mál, vinna kappingarnar umaftur ? og umaftur, sigur hann.
Metini hjá millum annað Magnus Ver Magnusson og Jón Páll Sigmarsson leggur hann ikki í at tosa um, men havandi úrslit hansara higartil í huga, er ikki óhugsandi, at Janne Virtanen eisini fer at røkka hesum. Finnlendingurin, sum eftir bert fimm árum longu hevur togað, lyft og borið seg upp á ovastu tindarnar í síni ítróttargrein.