Hvat merkir 8 mars - kvinnudagurin fyri teg?
- Ljós verður varpað á kvinnur, og eg komi at hugsa um kvinnurættindi og javnstøðu millum kynini í samband við altjóða kvinnudagin. Men eg plagi ikki at gera nakað serstakt burturúr hesum degnum, ið helst hevði nógv størri týdning fyri árum síðan, tá størri glopp var millum kynini. Í ár fari eg á aðalfund hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, har nógvar kvinnur koma saman.
Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki?
- Sjúkrarrøktarfrøði er kvinnufak burturav í Føroyum, tó við einstøkum monnum. Gott hevði verið fyri arbeiðsumhvørvið at fingið fleiri mannligir starvsfelagar, sum í mongum førum síggja øðrvísi upp á tingini. Tað vísir seg ofta, at teir menn, sum eru innan umsorganaryrki, fara leiðsluvegin, ið gevur størri inntøku.
Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum?
- At umsorganarstørvini verða meira vird við hægri løn. At møguleiki er hjá øllum kvinnum at fáa fulla mánaðarløn, so at tær ikki svíða fyri lønarniðurskurði og harvið pensiónsniðurskurði, meðan børnini eru smá, og torført tá er at fáa familjulívið heima at hanga saman við fulttíðarstarvi í skiftandi vaktum.
At kvinnurnar sjálvar broyta hugburð til arbeiðsbýtið millum kynini og fara burtur frá at spyrja eina kvinnu, um maðurin hjálpir henni nógv heima. Líka so nógv er tað kvinnan, ið hjálpir manninum!
Hvat vil tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar?
- Fyrst og fremst vil eg uppala míni børn eins uttan mun til kyn. Dreingir skulu eins væl og gentur taka av borðinum, og gentur eins væl og dreingir fáa møguleika at fara út við báti. Mín vón er, at sami hugburður er í barnagørðum og skúlum. Á henda hátt kunnu vit viska kynsmunin burtur og skapa virðing fyri tí einstaka.
Við at velja politikkarar at stýra hesum landi, sum arbeiða fyri javnstøðu, er møguleiki fyri einum meira kvinnuvinarligum Føroyum. Annars við sjálv at vera varug við kynmismuni heima, á arbeiðplássi og í samfelagsligum høpi, og um so er gera vart við tað á røttum staði, ið kann forða skeivari gongd.