- Eg vildi kanna og grópa fram søgur

- Fyrsta dagin í stjórastólinum hevði eg uppraðfest tíðindadeildina, so vit fingu fólk burtur av til at kanna og grópa fram søgur, sigur Sigrún Halldórsdóttir Brend.

- Eg havi arbeitt í Útvarpinum í tveimum skiftum. Fyrsta skiftið var árini frá 1987-1989. Fyrst gjørdi eg barnaútvarp saman við Robert McBirni, síðan gjørdi eg ungdómssending saman við Dánjali Højgaard - og so fekk eg blást lív í Lurtararnar og Vit. Eftir hetta fór eg á læraraskúla.

 

Tað sigur Sigrún Halldórsdóttir Brend, nú Útvarpið í dag hevur seksti ár á baki.

 

- Í dag lesi eg tíðindi, og tað dámar mær væl. Tú frættir eina rúgvu, skalt sálda nógv frá og so gera tað, sum tá er eftir, til tíðindi. Eg trívist væl í hesum tíðindameldrinum.

 

Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?

 

- Útvarpið er broytt hesi árini. Vit seta í heilum dagsskránna innan føroyska tíðindaheimin, og tað dámar mær væl. Vit seta spurnartekin við líkt og ólíkt, og vit vilja hava greið svar. Vit leggja okkum í høvuðsheitinum eftir føroyskum tíðindum, og vit viðgera mál, sum krevja eina viðgerð.

 

Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Útvarpinum?

 

- Uppraðfest tíðindadeildina, so vit fingu fólk, sum burtur av skulu kanna og grópa fram søgur, sum ikki eru sjónligar. Tað hevði eg gjørt fyrsta dagin í stjórastólinum!

 

Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?

 

- Yndissendingin hjá mær er sjálvandi tíðindasendingarnar. Og annars tær hjá Jógvani Arge, tær um kórsang og tær um country, Radarin - ja, og rætt og slætt eru allar sendingar í Kringvarpinum góðar og verdar at lurta/hyggja eftir, heldur Sigrún Halldórsdóttir Brend.