TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Eggaba Andreasen, bogaskjótings-veteran, og ein av leiðarunum hjá tí føroyska bogaskjótings-hópinum.
Eggaba stórfegnast um gullið hjá Jógvani Niclasen í Compound, og heldur, at Jógvan veruliga vísti klassan. Eggaba heldur eisini, at Jógvan er ótrúliga stabilur í sínum avrikum.
Um Jógvan Niclasen aftur vinnur gull á skjótibreytini í morgin verður tó ikki bara fagnaður hjá Eggaba. Tí tá hava Føroyar vunnið trý gullheiðursmerki, og tá má hann halda lyftið um, at hann leypir á bláman.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og uppliv seinastu rundina hjá Jógvani Niclasen í Compound, sum gjørdi, at Føroyar nú eru komnar uppá 13 gullheiðursmerki á oyggjaleikunum á Jersey.