BankNordik og Atlantic Airways samstarva um at fáa føroyskar útisetar at velja Føroya.
– Ein stórur partur av okkara ungdómi býr uttan fyri Føroyar, og tí hevur tað sera stóran týdning, at stór feløg sum BankNordik og Atlantic Airways gera sítt fyri at fáa hesi ungu við góðum útbúgvingum heim aftur til Føroya, so føroyska samfelagið kann fáa ágóðan av teimum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskriv í sambandi við tiltakið, sum verður á Norðuratlants Bryggjuni 30. mars kl. 19.30.
Fyrireikararnir vísa á, at hvørt ár flyta á leið 1.500 føroyingar til Føroya. Tað kann tykjast sum ein stór broyting at flyta heim til Føroya eftir fleiri ár uttanlands, og tað eru nógv ymisk viðurskifti, man skal kunna seg um í sambandi við flytingina.
Og hetta vilja BankNordik og Atlantic Airways nu gerá nakað við. Tí skipa tey fyri tiltakinum, »Vel Føroyar«, ið verður á Norðuratlants Bryggjuni hóskvøldið, 30. mars kl. 19.30.
– Vel Føroyar er eitt kunnandi tiltak, ið er snikkað til føroyingar, ið umhugsa at flyta heim – eisini til tey, ið ikki ætla heim til Føroya beint nú, men um nøkur ár, siga fyrireikararnir.
Á skránni eru viðkomandi framløgur um alt, tú skalt vita, tá ið tú flytur til Føroya. Eitt nú hvussu tú finnur bústað í Føroyum, hvussu tú fært sethúsafígging, hvussu tú gert við donsku eftirlønina, hvat tú hevur rætt til sum arbeiðsleysur, og hvat TAKS sigur um ymisk skattaviðurskifti og barsil í Føroyum. Eisini verður ein fullfýggjað flytivegleiðing gjørd, sum útisetarnir fáa við sær heim.
Høvi verður eisini at hoyra Jan Ziskasen, stjóra í Føroya Tele, fortelja um, hví hann valdi Føroyar. Hann fer at koma við góðum ráðum til útisetarnar um, hvussu tey finna dreymastarvið í Føroyum.
Øll skráin fyri tiltakið kann síggjast her
– Nakað heilt nýtt, sum vit ikki áður kenna úr Føroyum, er Kokka Jam. Her fara tríggir av okkara bestu kokkum, Leif Sørensen, Áki Herálvsson og Bjarni Mortensen, at ganda við fantastiska føroyska laksinum. Hiddenfjord hevur latið allan laksin, ið vit kunnu smakka til Kokka Jammið. Hiddenfjord letur eisini ein stóran pakka av royktum laksi til teir fyrstu 100 gestirnar.
Møguleiki verður at uppliva nýggja og spennandi bólkurin, FRUM, og SAKARIS, ið fer at diska góðan og glaðan tónleik.
Borðreitt verður við alskins útgávum av føroyskum laksi, køldum føroyskum øli, føroyskum vatni og sjálvandi kaffi og onkrum søtum.
Øll, sum koma til tiltakið, eru við í lutakastinum um ein flytipakka við bingju frá Smyril Line, flogferðir frá Atlantic Airways og atgonumerki til Innrás Keypmannahavn.
– Øll eru hjartaliga vælkomin og alt er sjálvsagt ókeypis, siga fyrireikararnir.
Tiltakið verður á Norðuratlants Bryggjuni, Strandgade 91, København K; 30. mars kl. 19.30: