Komandi vikuskifti verður sett hol á konsertferðina ´Í egnar hendur´, ið telur bólkarnar Lady Fire, Crawling Blue og Bet You Are William. Konsertferðin gjørdist veruleiki eftir at teir tríggir oddamennirnir í bólkunum fullu í prát fyri nøkrum vikum síðani:
- Vit hildu allir, at tað hendir alt ov lítið uttan fyri festivalsæsongina. Og á ein ella annan hátt er tað skilligt. Útlitini hjá fyrireikarum at fáa pengar í kassan eru tað minni, og í ringasta føri kunnu teir enda við einum undirskoti. Og tað tímir sjálvandi eingin, sigur Petur Háberg, oddamaður í Bet You Are William.
- Samstundis eru vit tónleikarir sum heild ikki serliga góðir fyrireikarir og eru enn tá vorðnir eitt sindur dovnir seinastu árini, tí festivalar og dansistøð vanliga ordna alt fyri okkum. Av tí sama hendir einki.
Uni Debess, Crawling Blue:
- Og hetta hildu vit vera for galið. So eftir at vit høvdu práta saman eina løtu, varð ein spontan avgerð tikin um at taka tingini í egnar hendur - vit skipa fyri einari konserferð í Føroyum.
Spurdir um vónirnar fyri túrinum, svarar Uni:
- Vit tjena neyvan kassan. Men vit elska allir at spæla og framføra okkara tónleik og at spæla á einum staði sum t.d. Sandoynni, har eingin av bólkunum hevur vitjað fyrr, verður spennandi.
Uni sigur at enda:
- Vónandi møta fólk upp, soleiðis at vit kunnu prógva fyri øðrum føroyskum tónleikabólkum, at tað ber til at skipa fyri síni egnu konsertferð í Føroyum - at tað ræður um at taka tingini í egnar hendur.
SKRÁ:
Fríggjadag, 7. mei: Atlantis, Klaksvík
Leygardag, 8. mei: Seglhúsloftið, Tvøroyri
Hósdag, 20. mei: Perlan, Tórshavn
Fríggjadag, 21. mei: Sólarris, Sandi