- Tað er gleðiligt, at føroyingar drekka minni. Men sølan av tollfríum rúsdrekka er eksploderað seinastu árini, og tað eiga vit at steðga, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum.
- Vit mugu fáa rúsdrekkanýtsluna enn longur niður, og tað skal gerast við at steðga søluni av tollfríum rúsdrekka. Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum, nú tað er greitt, at føroyingar drekka minni enn áður.
Í gjár stóð at lesa á in.fo, at nýtslan av rúsdrekka hetta einasta árið er minkað 0,3 litrar fyri hvørt fólki yvir 15 ár.
Í 2012 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, tað sum svarar til 6,6 litrar av reinum alkoholi, men í 2013 er tað minkað niður í 6,3 litrar.
Karsten Hansen sigur, at tað er gleðiligt, at vit drekka minni í Føroyum, men hann ivast um tað er rætt, tí samstundis er sølan av tollfríum rúsdrekka er økt nógv seinastu árini.
Hoyr samrøðuna við Karsten Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.