Eiga gott tilfeingi í Danmark

- Heili 237 føroyskir útisetar í Danmark eru útbúnir fólkaskúlalærarar, samstundis sum tørvur er á útbúnum lærarum bæði í Føroyum og Danmark. Vit “eiga” eisini 97 maskinmeistarar, 71 skipsførarar, 29 búskaparfrøðingar og heili 60 løgfrøðingar sum útisetar í Danmark, sigur Leivur Persson

Føroyskir útisetar

 

Tilsamans 22.549 føroyingar, býttir yvir trý ættarlið, búgva í Danmark.

Tað er talið, sum Norðuratlantsbólkurin hevur fingið at vita frá Danmarks Statistik. Hetta svarar til út við helmingin av samlaða fólkatalinum í Føroyum – ella 46,75%.

Í prosentum svara føroysku útisetarnir tó bert til 0,415% av samlaða fólkatalinum í Danmark.

Av teimum 22.549 føroyingunum í Danmark, eru tilsamans 9.741 fødd í Føroyum.

 

Áhugaverd tøl

Á tíðindafundi í Nóatúni fríggjadagin legði Leivur Persson fram bóklingin við nógvum ymiskum og áhugaverdum hagtølum yvir føroyskar útisetar í Danmark.

- Hyggja vit at nettotilflytingini til Danmarkar, sæst, at hon hevur verið javnt veksandi seinastu 30 árini. Tó er eitt lop í tíðarskeiðinum 1990-1994, tá nettotilflytingin veksur til tað tvífalda í mun til tíðarskeiðið 1985-1989. Í tíðarskeiðinum 1995-1999 og 2000-2005 minkar flytingin til Danmarkar rættiliga týðiliga, og vøksturin hesi árini er umleið tann sami sum fyri 1990.

Leivur legði aftrat, at árini, tá tilflytingin av føroyingum í Danmark, var størst, var undir stóru fíggjarkreppuni í Føroyum.

- Flestu føroyingarnir, sum hesi árini fluttu til Danmarkar, vóru í aldrinum 17-39 ár, og framvegis eru nógv ikki heimaftur komin.

Hann vísti á, at nettotilflytingin av føroyskum konufólki til Danmarkar var nógv størri enn nettotilflytingin av mannfólki.

- Árinini av hesum síggjast í Føroyum í dag, har fólkatalið er merkt av ójavnvág millum kynini, segði Leivur.

 

Útbúgvingarstøðið

Sambært skráseting hjá Danmarks Statistik høvdu í minsta lagi 6.457 føroyskir útisetar í Danmark eina førleikagevandi útbúgving hin 1. januar 2006. Av hesum vóru 2.732 mannfólk og 3.725 konufólk.

- Hetta svarar til, at 28% av samlaðu útisetunum eru útbúnir. Siga vit, at tey stívliga 8000, sum eru í aldursbólkinum 0-16 ár, enn eru ov ung til at vera liðug við útbúgving, svarar hetta til, at í minsta lagi 45% av útisetunum (eldri enn 16 ár) hava eina førleikagevandi útbúgving.

Leivur legði aftrat, at í uppgerðini yvir fólk við útbúgving, eru bert tey tikin við, sum hava tikið eina útbúgving í Danmark.

- Vit vita, at nógvir føroyingar, sum búgva í Danmark, hava tikið eina útbúgving í Føroyum, eitt nú sjófólk, men hesi eru ikki skrásett sum útbúgvin. Soleiðis er talan um minimums-tøl.

 

237 lærarar

Í tølunum yvir, hvørjar útbúgvingar føroyskir útisetar í Danmark hava, sæst, at heili 720 fólk hava eina útbúgving sum heilsuhjálparar, assistentar og annað, meðan 410 eru útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingar.

- Vit síggja eisini í uppgerðini, at heili 237 føroyskir útisetar eru útbúnir fólkaskúlalærarar, samstundis sum tørvur er á útbúnum lærarum bæði í Føroyum og Danmark.

Føroyingar “eiga” eisini 97 maskinmeistarar, 71 skipsførarar, 29 búskaparfrøðingar og heili 60 løgfrøðingar í Danmark.

- Í uppgerðini síggja vit eisini, at talið av útbúnum føroyskum læknum í Danmark er 90, segði Leivur Persson.

Kanningin vísir eisini, at 435 mannfólk og 326 konufólk hava eina longri hægri útbúgving, og samanlagt hava 43 føroyskir útisetar í Danmark eina granskingarútbúgving.

 

Inntøkuviðurskifti

- Galdandi fyri øll ættarlið og allar aldursbólkar er, at mannfólk samanlagt hava eina væl hægri miðalinntøku enn konufólk í sama ættarliði og aldursbólki. Hetta er sama mynstur, sum sæst aftur aðrastaðni í vesturheiminum.

Leivur Persson segði, at fyri øll ættarlið er eisini galdandi, at munurin á miðallønini millum kynini er lítil í byrjanini, men munurin gerst størri, tess eldri fólk gerast.