Stormur kom á Havnina í vikuni, tí okkurt smávegis skuldi gerast, áðrenn skipið helt leiðina fram til Íslands. Meðan skipið lá á Havnini, nýtti sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, høvi at vitja umborð, og hann hevur í hesum sambandi lagt nakrar reglur frá vitjanini út á Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Stormur er eitt kombinera línu-og garnaskip, sum kann frysta fiskin umborð. Skipið er 45 metrar langt og 9,2 metrar breitt. Lastin er 580 rúmmetrar og tekur umleið 380 tons. Frystiorkan hjá skipinum er 25 tons um samdøgnið.
Sjómanstrúboðarin greiðir frá, at Stormur er eitt sokallað “diesel-elektrisk” skip. Tað merkir, sigur hann, at skipið hevur ongan høvuðsmotor, men hevur tríggjar ljósmotorar á 465 KW, sum eisini lata streym til “generatorin/motorin” á 750 KW, sum drívur høvuðsaksilin og soleiðis skrúvuna.
- Skrokkurin varð fyrst bygdur í New Foundlandi og var 23 metrar langur. Síðan varð skrokkurin sleipaður til Gdansk í Pólandi, har hann er longdur upp í 45 metrar, og skipið er gjørt liðugt, veit Torleif Johannesen at siga.
Stormur hevur nýggjastu línuútgerð frá Mustad og hevur annars nýggjastu útgerð, sum slík skip hava. 20 mans kunnu verða við skipinum. Eigarin av kombineraða línu-og garnaskipinum er Steindor Sigurgeirsson, og hann sigur, at kvotan hjá skipinum er seld, og tí er skipið til sølu, hóast tað enn ikki hevur verið til fiskiskap.
Nýggja íslendska skipið fekk bíbliu og annað kristiligt tilfar frá Føroysku Sjómansmissiónini.