Høgni Hoydal
Ongin búskaparpolitikkur verður førdur í Føroyum í løtuni, men hvør verður bert biðin vera sær sjálvum næstur. Hevði blokkstuðulin ikki verið skerdur, skuld niðurgoldin og nýggir studningar til vinnuna støðgaðir, var lítil munur á 80’unum og í dag. Neyðugt er at vinna á líkasæluni og fáa ein sjálvberandi búskap aftur í hásæti
Øll eru helst fegin um, at tað eydnaðist í undanfarnum valskeiðum:
at minka og fastfrysta heildarveitingina úr Danmark,
at niðurgjalda skuld í stórum,
at spara pening upp í Landsbankanum,
at forða nýggjum studningi og veðhaldum í vinnuni,
og á ein skynsaman hátt at byggja tænastur hjá tí almenna upp og gera íløgur, sum vórðu skornar ella høvdu ligið lamnar upp gjøgnum øll 1990’ini.
Var nú tildømis allur blokkstuðulin brúktur til øktan rakstur, studning ella skattalættar, sum m.a. nógv tingfólk og hópatals luttakarar í almenna orðaskiftinum mæltu til. So er ikki trupult at ímynda sær, hvørjum skørum føroyski búskapurin hevði verið í, tá alivinnan fór á heysin, rækjuflotin fór nærum allur, fiskaprísir fullu og oljuprísurin hækkaði. (Vert er at geva gætur, at um blokkstuðulin ikki varð skerdur og fastfrystur, var hann í dag komin upp á 1,2 milliardir krónur um árið).
Okkum vantar ikki pengar men mál og virðir
Føroyski búskapurin prógvaði seg nógv sterkari, enn nakar hevði roknað við. Vit fingu váttað, at trupulleikin í føroyska búskapinum er ikki vantandi kapitalur og fígging, men hinvegin ein spurningur um, hvussu vit nýta og býta virðini.
Tað bar til at tálma sveiggjum og sleppa undan nakrari kreppustøðu, tí ein veruligur búskaparpolitikkur hevði verið førdur, og tí vinnan vildi standa á egnum beinum. Hetta hóast skeivar avgerðir og óneyðugar neyðsemjur sjálvandi eisini vórðu framdar í fullveldislandsstýrinum. Men málini vóru greið: Einar sjálvstøðugar Føroyar og ábyrgd fyri einum sjálvberandi búskapi bygdur á samhaldsfesti. Hesi mál og hendan ábyrgd tykist í løtuni slept.
Tilvildin vunnið á ábyrgdini
Eftir mínum tykki rekur landsstýrið als ongan búskaparpolitikk, men hevur bert framskrivað tøl á útreiðslusíðuni uttan nakra politiska ætlan, brúkt av uppsparda peninnginum í Landsbankanum og onga skuld niðurgoldið. Meðan inntøkusíðan bert verður ávirkað av framfýsnum útlánspolitikki hjá peningastovnunum, og av ógrundaðum skattalætta til tey vælbjargaðu, sum bæði elva til sera skjótt vaksandi privata nýtslu og harvið øktar mvg- og avgjaldsinntøkur til landskassan.
Kommunanna partur av búskapinum hongur harafturat í leysum lofti – og landsstýrið gongur sjálvt á odda fyri at trýsta skuldartyngdar kommunur at seta seg í størri skuld.
Landsstýrið sigur seg vilja reka skynsaman politikk og tálma sveiggjum. Men við hálvum eyga sæst, at talan er um tað øvugta. Landsstýrið tykist reka við streyminum og eggjar til at økja um sveiggini í búskapinum við at koyra meira ferð á, har ferðin er stór, og støðgar har ferðin er lítil.
Í løtuni eru privata og almenna nýtslan og virksemið í Føroyum hjá teimum, sum eru væl fyri, so mikið stór, at tørvur er á arbeiðsmegi og handilsjavnin gevur økjandi hall. Øll nýtsluhjólini mala skjótt.
Var málið ein sjálvstøðugur búskapur, so áttu vit nú at havt risastórt yvirskot á fíggjarlógini, skorið blokkstuðulin niður, goldið skuld og gjørt íløgur í útbúgving, gransking og mentan, sum kunnu skapa varandi búskaparvøkstur og fáa fleiri at seta búgv í Føroyum.
Skatta-hazard
Í sjálvstøðugum londum, verður vanliga hildið, at skattalættar í tíðum við stórum virksemi og tørvi á arbeiðsmegi, bert kunnu elva til yvirhiting og inflasjón í búskapinum. Og at í slíkum støðum er alneyðugt at hava neyvt tamarhald á almennu útreiðslunum og á útreiðslunum í kommunum, so vit ikki leggja útreiðslustøðið eftir eini støðu, har full ferð er á. Tí fer ongin ábyrgdarfullur politikari at spæla hazard við framtíðini og fremja skattalættar undir slíkum umstøðum.
Í Føroyum fer meginparturin av nýtsluni til øktan innflutning, og vit hava fá amboð til taks at tálma inflasjón og útvega arbeiðsmegi skjótt og lætt.
Tí er tað rætt og slætt ábyrgdarleyst og ógrundað, at landsstýrið nú fremur skattalættar, ið bert kunnu elva til økta nýtslu hjá vælbjargaðum samfelagsbólkum. Sum kunnu fara at økja hallið á handilsjavnanum og elva til inflasjón. Og sum máar støðið undan einum samhaldsføstum samfelagi og bert talar til egináhugamálini hjá hvørjum einstøkum.
Hvat skal liggja eftir?
Vit eiga at spyrja: Hvat hava vit at dúva uppá, hjá landi, kommunum, í vinnuni og í privatu húsarhaldunum, tá núverandi gongd við øktari privatari nýtslu, øktari lántøku hjá privatu húsarhaldunum, vantandi arbeiðsmegi og stórum avgjaldsinntøkum hjá landskassanum, støðgar ella minkar? Og hvussu ætla vit at fíggja almennu vælferðartænasturnar og neyðugar íløgur í útbúgving. gransking og mentan, tá skattainntøkurnar hjá landinum minka lutfalsliga í hvørjum?
Vit hoyra ongar samfelagsligar grundgevingar frá landsstýrinum fyri teirra avgerðum. Uttan tær vanligu, at “tað er ein avtala í samgonguni”. Men kunnu politiskir handlar, har ein fær skattalættar og fiskiloyvishandlar, meðan hin fær løgmann, nýtast sum grundgeving í ábyrgdarfullum politikki?
Skattur, blokkur og Búskapargrunnur
Vit eiga nú at vinna á líkasæluni og beinanvegin:
støðga skattalættunum og heldur breiðka skattagrundarlagið við eitt nú skatti á spekulasjón og umhvørvisdálking,
semjast um, at blokkstuðulin verður minkaður burtur við tildømis 100 mió. kr. um árið,
stovna Búskapargrunnin, har m.a. minkandi inntøkurnar frá blokkstuðlinum og inntøkur frá einskiljingum fara í.
Liðug og vælgjørd uppskot um hetta eru løgd fram á ting í góðari tíð í hesum valskeiði. Higartil eru tey feld – kanska fyrst og fremst tí Tjóðveldisflokkurin í andstøðu hevur gjørt tey. Men vit vilja fegin samráðast við allar hinar flokkarnar um at gera neyðugar politiskar broytingar, so vit kunnu og leggja tey fram aftur í felag. Tað skylda vit okkara uppvaksandi og komandi ættarliðum.