Ein av seks teim bestu tænarunum í kongaríkinum er í Havn

John Mikkelsen er prenomineraður í flokkinum Ársins Tænari 2017 av "Den Danske Spiseguide"

John Mikkensen, tænari á matstovuni Áarstova í Havn, er ein av seks tænarum í kongaríkinum, sum er prenomineraður í flokkinum Ársins Tænari 2017 av redaktiónini á "Den Danske Spiseguide". Í Juni mánað verður endaliga tilnevningin, og tá verða tað tríggir út av seks, sum kappast um heiðurin Ársins Tænari.

Bent Christensen frá "Den Danske Spiseguide" sigur við info, at heiðurin er eitt herðaklapp til professionella tænaran, sum ger eitt frálíkt avrik á nógvar háttir.

-Tænarin er ein sokallaður viti, sum varpar ljós á tænastuupplivingina á eini matstovu. Tá vit síggja at ein persónur uppfyllir hendan leiklutin, sum fyrimynd í longri tíðarskeið – helst yvir fleiri ár – so er tað áhugavert, tí tænaraarbeiði er ofta óstabilt og útskifting fer javnan fram, sigur Bent Christensen.

-Tað er ikki bert ein spurningur um at seta tallerkarnar á borðið. Tænarin skal eisni veita eina heildaruppliving og tænastu. Hetta er torført, tí hann skal taka tørvin hjá hvørjum einstaka gesti til eftirtektar. Summir gestir vilja tosa væl og virðiliga um rættir og vín, meðan aðrir gestir vil hava ta stuttu frágreiðingina. Hetta skal tænarin duga at lesa av, tá gesturin vitjar. Tað er ógjørligt fyri ein nýggjan tænara, men hevur hann royndir og egnan stíl, so verður man tað, sum "Den Danske Spiseguide" kallar ein profilur á økinum, sigur Bent Christensen.

-Vit halda at John Mikkelsen lýkur hesar treytirnar, og tí hava vit valt at varpa ljós á hann, sigur Bent Christensen.

-Vit halda eyga við framgongdini hjá teimum tilnevndu næsta hálva árið. Í Juni velja vit tey endaliga tilnevndu. Tað er ongin formell vegleiðing fyri, hvussu man tryggjar sær pláss á endaliga listanum, men fyri at vera við í endaligu tilnevningini, so skal man kunna halda á á sama hátt sum nú, og kann man gera tað enn betri, so hjálpir tað eisni, sigur hann.

-Fyri ein tænara hevur heiðurin, og sjálvsagt at verða endaligi vinnarin, nógv at siga fyri persónliga fyri yrkisleiðina hjá, og tað at skapa sær eitt navn.

Bent Christensen sigur at tey halda vakið eyga við tænarum í Føroyum, og vitja eisini við jøvnum millumbili.

Tænarnarnir, sum innstillaðir eru til heiðurin Ársins Tænari 2017 eru seks í tali. Teir eru:

Kresten Scheel Langvold, Brøndums Hotel

Christian Neve, Domestic, Aarhus

Karsten Hedegaard, Tree-top, Vejle

Jann Rosenkilde Olesen, Henne Kirkeby Kro

John Mikkelsen, Áarstova, Tórshavn

Peter Fagerland, Dragsholm, Slotskælderen

Endaliga nomineringin verður í juni mánaði og vinnarin, sum Ársins Tænari verður funnin 29. oktober 2017.