Tað hevur verið rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan.
Í Eysturoy varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, og tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar nágreiniligari, vísti tað seg, at hann hevði heldur einki koyrikort.
Í Havn fekk ein maður bót fyri at bróta politiviðtøkurnar tá ið hann stillaði seg at pissa upp eftir einum løgreglubili.
Annars var løgreglan á gátt á fleiri skeinkistøðum í nátt. Øll loyvi, eitt skeinkistað, ella ein matstova, hevur, skulu hanga frammi alment, men tað vóru tað ikki øll skeinkistøðini, sum høvdu.
Talan er um skeinkiloyvi, matstovuloyvi, og onnur loyvi, og tey fingu so freist til í kvøld at fáa tey upp á veggin at hanga, so at tann, sum vil, kann kanna tey.
Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at nógvur roykur kom úr einum húsum í Hósvík, men tá ið tað varð kannað, vísti tað seg, at tað vóru bara fólk, sum vóru farin at kika, so tann alarmurin varð avblástur, áðrenn tað stóra apparatið varð sett ígongd.