Ein bilførari koyrdi ávirkaður

Eitt mál um rúsdrekkakoyring var í Havn, og nógv fólk vóru í býnum í Klaksvík eftir Sjómannadagin

Løgreglan steðgaði í gjár einum bili, har førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Tað vísti alkometrið hjá løgregluni, tá hann blásti í tað. Tað verður tí til eitt mál um rúsdrekkakoyring við tí sum har til hoyrir.

Tað var ikki nógv fólk í býnum í Havn í nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini, men kortini fingu tveir mans bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Teir vóru óðir og høvdu hug at berjast.

Í Klaksvík var hinvegin nógv fólk í býnum. Har gekk alt friðarliga fyri seg, sambært vaktleiðarinum á politistøðini í Havn. Okkurt upptrekk var til bardaga, sum kortini varð dússað niður, so har hendi ikki meira.