Ein gisti í klivanum í nátt

Og fráboðan um oljudálking í Havn

Um midnáttarleitið tók løgreglan ein mann inn á støðina, sum var í so fullur at klára seg sjálvan. Hann hevði ikki uppført seg, sum hann eigur, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Tí endaði tað við, at hann fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. 

Maðurin hevur gist í brummuni í nátt, og varð leyslatin aftur fyri løtu síðani, sigur vaktleiðarin.

Um 14 tíðina í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir frá fólki um, at olja var á vegnum í Havn og niðan eftir Hvítanesvegnum. Tað vísti seg, at tað var ein bilur, sum hevði trupulleikar við gearkassanum, og onkur veska var likin á vegin. Talan var tó ikki um olju, sigur vaktleiðarin.