Ein gøta sum er til gleði fyri mong

- Fleiri av okkara borgarum ganga dagliga eftir gøtuni og njóta vøkru náttúrperluna, sum umhvørvið við Toftavatn er.

Millum ár og dag hava hesir báðir arbeitt nógvar tímar á gøtuni við Toftavtatn.

Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Nes og Runavíkar kommuna í felag eina gongugøtu um Innara Toftavatn. Átakið hevur verið til gleði og gagns fyri mong, sum hava vitjað um hesar leiðir.

 

- Fleiri av okkara borgarum ganga dagliga eftir gøtuni og njóta vøkru náttúrperluna, sum umhvørvið við Toftavatn er.

 

Tað staðfesta tey í Nes kommunu á síni heimasíðu í dag.

 

Tey vísa á, at í áarførinum fyrr í vikuni fekk gøtan nakað av skaða, sum arbeiðsmenninir hjá Nes kommunu beinanvegin fóru í holt við at umvæla.

 

- Arbeiðstoymið hjá Nes kommunu hevur sum uppgávu at taka sær av viðlíkahaldinum av gøtuni, og útreiðslurnar verða býttar helvt um helvt millum kommunurnar.

 

Á myndini, sum varð tikin seinnapartin í dag, síggja vit Kristin Nordendal, arbeiðsmann og Jan Petersen, arbeiðsformann hjá Nes kommunu.  

 

- Millum ár og dag hava teir báðir arbeitt nógvar tímar á gøtuni við Toftavtatn, og tað eru vit í Runavíkar kommunu og Nes kommunu teimum sera takksom fyri, verður lagt aftrat.

 

Millum ár og dag hava hesir báðir arbeitt nógvar tímar á gøtuni við Toftavtatn.