Jógvan Sundstein
Tað var »stílur« yvir teimum undir framløguni og eisini undir orðaskiftinum aftaná. Men tey høvdu eisini »eina góða sak«. Ikki fyri andstøðuna, men fyri Føroya fólk.
Grundgevingarnar hjá landsstýrinum eru eisini góðar. Best hevði sjálvandi verið at fingið eina avtalu í lag eftir »íslendska modellinum«, soleiðis sum landsstýrið fyrst legði fyri donsku stjórnina. Men hetta gekk sum kunnugt ikki orsaka av teirri ófatandi treisku støðu, sum stjórnin hevði. Danska støðan við at tvíhalda um verandi ríkiseindina fer ikki at halda í longdini, tí Føroyar eru ongatíð limaðar inn í danska ríkið. Og danska grundlógin er ongantíð lógliga sett í gildi í Føroyum sum konstitutionell skipan.
Tað, sum landsstýrið nú ger, er at brúka tað lóggávu og skipan, sum vit hava í løtuni. So leingi heimastýrislógin er galdandi má hon brúkast. Og tá er ikki neyðugt í sama mun at gera avtalur við Danmark, tí Føroyar kunnu sjálvar skipa seg innanfyri teir karmar, lóggávan gevur heimild til.
Vit fingu heimastýrislógina gjøgnum bakdyrnar. Tey, sum eru á mínum aldri og eldri, minnast fyrstu tíðina aftaná heimsbardagan og tær drúgvu samráðingar, sum tá vóru um nýggja stýrisskipan fyri Føroyar. Danir vóru eins treiskir tá sum nú. Tað bæði var og er heilt greitt, at danir vilja ikki av við Føroyar. Tað eru ymiskar orsakir til tað, men hetta er høvuðsveruleikin í danska politikkinum. Aftaná drúgvar samráðingar í 1946 tvingaðu danska stjórnin saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum eina fólkaatkvøðu ígjøgnum við tveimum møguleikum. Annar var at góðtaka stjórnaruppskotið og hin var at velja loysing. Harvið vóru teir vísir í, at stjórnaruppskotið varð samtykt Men loysingin vann og stjórnaruppskotið fall.
Stjórnin og kongur framdu síðani valdsnýtslu og upploystu Løgtingið. Aftaná fingu vit heimastýrislógina í 1948. Men nú tordu teir ikki at royna eina fólkaatkvøðu aftur. Danir vildu nú royna heilt annan taktikk mótvegis Føroyingum. Frá danskari síðu, og frá parti av føroysku politikarunum, var endamálið nu at fáa eina skipan, sum gjørdi tað nógv lættari hjá Føroyingum at fáa peningaligan stuðul úr Danmark, bæði beinleiðis frá statinum og frá øðrum skipanum. Her varð beinleiðis grundgivið við, at Føroyingar á hendan hátt skuldu gerast glaðir fyri sambandið við Danmark, og gerast meira heftir av danskari peningaligari hjálp, soleiðis at teir ongatíð aftur fóru at krevja sjálvstýri. Hetta hevur eisini eydnast í ólukkumáta. Líka til nú.
Hinvegin hildu aðrir, sum vóru meira idealistiskir, at heimastýrislógin so við og við, sum teir framdu yvirtøkur, kundi gera Føroyingar meira sjálvbjargnar. Men peningaliga stuðulsskipanin hevði við sær, at eingin málrættað yvirtøkuætlan nakrantíð varð framd í øll hesi hálvthundrað árini, heimastýrisskipanin hevur verið galdandi. Ein orsøk til vantandi yvirtøkurnar hevur eisini verið nógv skiftandi landsstýri við mótsatt rættaðum politikki viðvíkjandi sjálvbjargni. Og politikkurin varð ongantíð lagdur til rættis fyri meira enn eitt valskeið.
Men nú hevur so hetta landsstýrið arbeitt dúgliga við spurninginum um føroyskt sjálvræði og sjálvbjargni. Soleiðis sum danir ynsktu líka frá 1948 hevur trupulleikin at fáa fólk at taka undir við sjálvbjargni verið, at tað lógu ov stórar peningaupphæddir ímillum. Men endiliga er ein ætlan gjørd, sum útnyttar tann møguleika, sum hóast alt eisini er í heimastýrislógini at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar, við at fremja allar neyðugar yvirtøkur og at niðurlaga blokkstuðulin yvir eitt tíðarskeið.
Tá ið eingin onnur avtala fekkst við ríkisstjórnina gjørdi landsstýrið klókt við ikki at broyta heimastýrislógina, men heldur, sum tað verður rópt, fara undir at tøma hana. Harvið má stjórnin eisini virða galdandi lóg. Hon noyðist at góðkenna tær yvirtøkur løgtingið fremur av A málum og noyðist virðisliga at samráðast um yvirtøkurnar av B málum.
Tá ið danska stjórnin ? við uppruna frá 1948 ? sjálv er orsøkin til tær peningaligu bindingarnar millum Føroya og Danmarkar við teim stóru stuðulsjáttanunum, hevur hon heldur ikki møguleika at kappa hendan stuðulin av við ov stuttari ávarðing, so leingi heimastýrislógin er galdandi. Stjórnin er tí noydd til at samráðast framhaldandi um búskaparligan stuðul til Føroya. Líkamikið um tað er núverandi landsstýri ella eitt annað, sum situr føroysku megin borðið.
Munurin er bert tann, at núverandi landsstýri ynskir at fremja føroyskt sjálvbjargni og harvið gera tað betur at liva í Føroyum og gera tað meiri virðiligt at vera Føroyingur. Núverandi landsstýri fer at hjálpa dønum at minka um teirra útreiðslur til Føroya, meðan tað er vandi fyri, at tann støða, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin og fleiri danskir politikkarar, íroknað Nyrup Rasmussen, hava, framhaldandi fer at økja danska studningin og gera Føroyar meiri heftar av donskum pengum. Sjálvt um stuðulin ikki skuldi veri neyðugur fyri føroyska búskapin, men kanska heldur hinvegin.
Hervið koma vit so til veruliga paradoksið í viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar:
1. Danmark hevur longu frá 1946 (og helst eisini í langa tíð frammanundan) víst, at teir ikki vilja av við Føroyar. Fyri lættari at halda Føroyum fastar hava danir sum yvirordnaðan politikk havt, at búskaparligur stuðul skuldi veitast Føroyum. Og hava aðrir trupulleikar verið, skuldi onnur hjálp veitast, sum tó sum oftast eisini endaði við peningaupphæddum. Við at nýta hendan taktikk hava danir samstundis havt tað sum vápn, at teir kundu hótta við at minka um ella avtaka búskaparhjálpina. Hetta vísti seg undir fullveldissamráðingunum.
2. Men samstundis hevur tað verið sátt niður í danska almenningin, at Føroyar kosta danska skattaborgaranum hópin av peningi. Hetta sjónarmið hevur verið væl stuðlað av donskum fjølmiðlum og eisini av somu donsku politikkarum, sum annars eru politiski garanturin fyri, at peningahjálpin má veitast fyri at halda fast við Føroyar á donskum hondum. Her hongur ikki rættiliga saman. Tí er tað ógvuliga mótsigandi, tá danskir politikarar, sum til dømis Peter Duetofte og Anders Fogh Rasmussen, nú rópa upp um, at Føroyingar ikki mugu sleppa at gera eina skipaða ætlan undir heimastýrislógini um yvirtøkur av øllum málsøkjum, og harvið minka um donsku útreiðslurnar. Endamálið er jú bert at uppfylla heimastýrislógina, og síðani, tá peningaligu bindingarnar eru burtur, at taka støðu til fullveldi. Men tað hóskar sjálvandi ikki við sjónarmiðið um, at Føroyingarnir framhaldandi skulu vera búskaparliga niðurbundnir.
3. Hin parturin av paradoksinum er leikluturin hjá Sambandsflokkinum og Javnarflokkinum í Føroyum. Hesir flokkar arbeiða tætt saman við ávísum donskum flokkum. Tað vísti seg longu í 1946, at teir tóku somu støðu sum danir í fólkaatkvøðuspurninginum, bæði tá atkvøðan var í uppskoti, og tá úrslitið var veruleiki. Hesir flokkar taka nú aftur støðu ímóti einum uppskoti um frígering Føroyinganna frá búskaparligu bindingunum mótvegis Danmark. Teir finna saman um felags rakstrarróp: »nei í mei«. Sambandsflokkurin sigur beint út, at tað eru peningaveitingarnar úr Danmark, sum eru avgerandi fyri teirra støðutakan, samstundis sum teir longu í byrjanini av valstríðnum royna at sáa iva um landsstýrisins upplýsingar um búskapargrunn og avlop landskassans. Sjónarmið Sambandsflokksins er heilt einfalt, at vit skulu gerast partur av Danmark. Hinvegin er støðutakan Javnaðarflokksins eitt sindur løgin, tá hugsað verður um tað, flokkurin annars hevur sagt um sjálvstýrisviðurskiftini. Teir siga seg vilja yvirtaka í prinsippinum øll mál, men tá ein skipað ætlan verður gjørd vilja teir kortini ikki. Hjá øllum sum ynskja hesa gongd má ein skipað ætlan yvir 12 ár vera betur enn ein, sum skal kroystast saman yvir 4 ár. Men bindingarnar til danska Javnaðarflokkin eru helst ov sterkar. Onnur frágreiðing finnst helst ikki.
Sum eg byrjaði hesa grein, so hevur landsstýrið »eina góða sak«. Vónandi verður mei mánaði 2001 byrjanin til eina niðurlaging av øllum búskaparligum og politiskum haftum, og vit byrja at laga upp einar sjálvbjargnar og sjálvstýrandi Føroyar, sum allir Føroyingar sum frálíður fara at sláa manngarð um. Her er avgjørt ein gongd leið.