Ein hálv millión úr Føroyum til kvinnur í Afrika

Peningurin skal brúkast til at hjálpa kvinnum, sum eru illa fyri

Felagsskapurin, Open Doors, hevur til endamáls at hjálpa kristnum, sum verða forfylgd. Tað vera tað eisini í norðara parti í Nigeria, har víðgongdir, islamiskir bólkar sum Boko Harem. Bólkurin hevur gjørt seg inn á kristin, og onnur. Serliga hava teir gjørt seg inn á kvinnur og fleiri søgur eru um, at teir hava burturflutt kvinnur og gentur.

Endamálið við Open Doors er at hjálpa teimum kvinnum, sum hava verið fyri ágangi við serkønari hjálp og á kvinnumiðstøðum fáa tær eitt friðskjól, har tær eisini fáa serkøna hjálp.

Tá kvinnurnar eru førar fyri, at fara út í samfelagið aftur, fáa tær fíggjarligam og sálarligan stuðuæ.Nógvar av kvinnunum hava einki at fara, tí alt er tikið frá teimum. Nú hevur Open Doors so savna pening inn í Føroyum og tey fingu eina hálva millión inn, sum nú verða brúktar til at fíggja kvinnudeplar í Nigeria. Tað kostar áleið tvær milliónir um árið at reka kvinnudeplarnar í Nigeria, sigur Open Doors í tíðindaskrivi.