Ein heiður at hava búð í Føroyum

Føroyingar kring knøttin.Hesa fer ð24 ára gamla Mia Kristina Ellis, hálvur føroyingur og hálvur amerikanari, ið í løtuni býr í Japan

Joel Cole

Amerika, Skotland, Føroyar og Japan - ein samanvavstur av ferðamálum. Men fyri Miu Ellis er hetta hennara máti at liva. Sum yngsta dóttir Didduna Ellis, ið er fødd og uppvaksin í Klaksvík, men flutti sum ung til Kalifornia, er Mia hálvur føroyingur og hálvur amerikanari. Hetta árið starvast hon sum lærari í enskum í Japan. Eg tosaði við Miu í telefon meðan hon var og vitjaði heima.


Joel Cole: Greið mær fyrst frá sambandi tínum til oyggjarnar?


Mia Ellis: Eg kenni tað sum ein heiður at hava búð í Føroyum og at hava føroyska ætt. Hóast eg havi búð meginpartin av mínum lívi í Amerika, føli eg ikki, at eg nakrantíð verði meiri amerikonsk enn føroysk. Tað eru nógvir fyrimunir í Føroyum, luftin, landslagið, fólkið - eg gloymi tað ongantíð. Tá ið er var smágenta, kendi eg meg heima í føroysku mentanini, eftir at eg hevði lært málið. Eg flutti aftur og fram úr Føroyum til Amerika, tá ið eg var ung, men mær hevur altíð dámað at komið aftur til klettarnar, og eg hopi at vitja aftur í heyst.


JC: Er tað hart fyri eina unga gentu at flyta ímillum tvey lond?


ME: Tað er. Tá ið eg var ung, vildi eg ikki fara úr Føroyum aftur. Ofta havi eg endurlivað ta tíðina í lívi mínum aftur. Tað var ringt at fara frá mínum vinum. Eg vildi ikki missa tann partin av mær. Eg haldi, at tað er tí, at eg altíð eri komin aftur.


JC: Hvat hevur tú eftir í tínum lívi frá hesum "tví-borgaraskapinum"?


ME: Eg havi altíð kent meg heima, har eg havi verið. Tá ið eg eri her, havi eg hesa familjuna. Í Føroyum havi eg mína føroysku familju. Og seinni hevði eg tvær mentanir til at samanbera nýggjar upplivingar. Tað hevur givið mær einastandandi møguleikar og sjónarhorn, tá ið eg ferðist. Hetta sama er galdandi, tá ið tað snýr seg um málini, eg tosi. Meg minnist, hvussu eg fekk fatur á føroyska málinum aftur eftir at hava verið burturi eina tíð. Sama er galdandi við tí japanska. Eg føli, at eg súgvi til mín málið á ein óakademiskan máta.


JC: Greið frá tíðini í Japan.


ME: Eg las í Skotlandi í eitt ár og meðan eg var har hugsaði eg, hvar eg skuldi fara, antin búgva í Føroyum ella í Amerika. Eg visti ikki, um eg kundi búgva nakra aðra staðni. Tí vildi eg finna út av um eg kundi fara onkra aðra staðni og búgva og arbeiða. Um hetta mundið fekk eg kunnleika til JET Program, við øðrum orðum The Japan Exchange Teaching program, sum er fíggjað av japansku stjórnini. Endamálið við hesi skipanini er at gera enska málið inspirerandi, stuttligt, og meiri akademiskt nýtiligt hjá japanskum ungdómi. Eftir at hava undirvíst í 1997 á ymsum skúlum og annars púra verða býtt í at undirvísa, gjørdist eg greið yvir, at JET-skipanin gav mær møguleikan at ferðast, undirvísa og fáa svar uppá spurningin, um eg kundi liva og arbeiða aðra staðni. Í grundini eri eg ikki í Japan fyri at geva enska málinum eitt andlit. Mær dámar sera væl at vera har.


JC: Umframt at undirvísa, hvat brúkar tú so tíðina til?


ME: Eg elski at skriva. Mín hjágrein er kreativ skriving, og eg skrivaði endaligu uppgávuna um Føroyar, serliga mammu mína, ommu og abba, og meg sjálva. Eg havi eisini verið við til at skriva og geva út eitt tíðarrit, sum eitur Walrus. Triðja útgávan kom út í vár, og hon er nakað heilt serligt, tí hon er framleidd í Japan og fevnir um tilfar um Japan og Føroyar. Eg kundi hugsað mær at skriva eina stuttsøgu um Føroyar


JC: Hevur tú nøkur ráð til tey, sum ganga somu tvør-mentanarligu gøtu sum tú?


ME: Eg spyrji altíð meg sjálva, hvar eg hoyri heima. Onkuntíð er tað Føroyar, aðra tíð er tað Amerika. So upp aftur aðra tíð er tað okkurt heilt annað stað. Kenslur hava onkuntíð ongi mørk. Men við hvørt er tað bara ein spurningur um at vita, at tað tú kennir á tær er rætt. Loyalitetur kann vera ørkymlandi. Men eg havi tvey støð, ið eg kann kalla mítt heim. Eg er heppin.


Mia Kristina Ellis

Yamamura-haitsu 203

8-24 San-no-machi Tsuruoka-shi

Yamagata-ken 997-0028

Japan

Tel./Fax. 81-235-24-8072


Joel Cole er giftur føroyskari kvinnu og býr í Shakopee í Minnesota. Hann er listamaður og arbeiðir sum free-lance journalistur.

Turið Kjølbro hevur týtt.