– Hetta kann als ikki góðtakast.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Og tað sigur hann í eini viðmerking nú vit fyrr í morgun kunnu bera tey tíðindi, at fleiri ungfólk hava hildið veitslur í nátt og sostatt hava tey brotið tilmælini, sum myndugleikarnir hava givið okkum í royndunum fyribyrgja at koronasmittan breiðir seg.
Les meiri um tað her: Fleiri ungfólk hava brotið tilmælini um korona í nátt
Landsstýrismaðurin sigur, at higartil hevur føroyski koronapolitikkurin verið bygdur á álit ímillum myndugleikarnar og fólkið. Sostatt er politikkurin bygdur á, at myndugleikarnir hava álit á, at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.
Sostatt hevur politiski myndugleikin ikki viljað sett strangari tiltøk í verk, sum gevur løgregluni heimildir til at upploysa mannamúgvir og at fara inn til fólk at gera kanningar.
Og Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at tað, sum er hent í nátt, eigur at fáa politikarar at broyta støðu.
– Vit eiga framvegis at byggja á álit á, at fólk gera, sum myndugleikarnir siga. Higartil hevur hendan mannagongdin givið eitt sera gott úrslit. Men gongur tað heilt galið, mugu vit sjálvandi umhugsa støðuna av nýggjum, sigur hann.
Hinvegin heldur hann, at tað, sum er hent í nátt, kann ikki góðtakast. Tí hevur hann eina inniliga áheitan á tey ungu um at tey skulu lurta eftir tilmælunum frá myndugleikunum. Og hann heitir staðiliga á foreldur, og onnur vaksin, sum hava ábyrgdina av sínum húsum, og sínum børnun, um ikki at leggja hús til veitslur í hesum døgum.
Hann heldur, at verða grannar órógvaðir av larmi, kunnu teir siga løgregluni frá.
– Sjálvur hevði eg aldrin lagt hús til eina veitlsu, soleiðis sum umstøðurnar eru, sigur hann.
– Eg skilji ótrúliga væl, at tey ungu eru farin at troyttast av tilmælunum frá myndugleikunum um, at tey ikki skulu sleppa at hittast síni vinfólk í veitslu. Tað sigi eg tey ikki ring fyri. Men vit hava, øll somul, eina sera stórra og álvarsliga ábyrgd í royndunum at vinna dystin ímóti korona, sigur landsstýrismaðurin.
– Tí mugu vit framvegis tala til ábyrgdarkensluna hjá teimum ungu, og teirra foreldrum, um at halda seg til tilmælini frá foreldrunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.