Ein leikur um sjálvgóðsku

30. mai spælir Kongaliga Danska Sjónleikarhúsið Ibsen leikin Lille Eyolf í Norðurlandahúsinum, Sosialurin var við, tá leikur varð frumsýndur í Starakassanum, ið er heitið á nýggjara pallinum á Kongaliga Danska Leikhúsinum í Keypmannahavn.

Sjónleikur
 
Ibsen leikurin Lille Eyolf kemur nú til Føroyar, leikurin er settur upp av leikstjóranum Jo Stormgren fyri Kongaliga Leikhúsið í Keypmannahavn. Lille Eyolf er ein leikur um ábyrgd, ella kanska rættari manglandi ábyrgd, og um kærleika, ið ikki veruliga røkkur útum tín egna persón, eitt innlit í sálina hjá menniskjum, ið eru fullkomiliga og inniliga upptikin av sær sjálvum.
 
Høgt støði
Leikurin er ein av seinnu leikunum hjá Ibsen, og hevur av ymiskum orsøkum ikki verið settur upp so ofta sum flestu aðrir Ibsen leikir, kanska er tað kalda søgan um sjálvsalsk, ið hevur hildið fólki frá at nerta leikin. Í øllum førum er hetta fyrstu ferð, síðan leikurin hevði 16 sýningar í Kongaliga Danska Leikhúsinum í 1896, at hann er settur upp har.
Hetta er ein sterkur leikur, og í trá við støðið, ið tað Kongaliga Danska Sjónleikarhúsið vanliga borðreiðir við, er leikurin væl settur upp, við frálíkari pallmynd, góðum ljóðarbeiði og sjónleikarum av høgum støði.
 
Vildi seta Lille Eyolf upp
Norska multitalentið,  Jo Strømgren hevur, sum sagt, leikstjórna. Stromgren er klassiskt útbúgvin dansari, væl umtóktur koreografur og nógv umbiðin leikstjóri, so mikið nógv umbiðin, at hann sjálvur velur og vrakar, hvat hann tekst við, og Lille Eyolf vildi hann leikstjórna.
 
Rennur undan ábyrgd
Leikurin er um hjúnini Ritu og Alfred og teirra kryplaða son Eyolf. Alfred hevur gift seg við Ritu, tí at hon er rík, soleiðis, at hann fekk pening at taka sær av lítlu systir síni Astu, ið hann hevur eitt sterkt kærleikssamband við, ið tykist siðamisbrotskent.
Saman við Ritu eigur Alfred sonin lítla Eyolf, ið er krypil, eftir at hann sum nýføðingur datt av skiftiborðinum, meðan foreldrini hugnaðu sær í eini heitari løtu. Henda hending hevur merkt alt samlívið millum Ritu og Alfred, og serliga Alfred tykist at hava torført við at liva við skuldarkensluni, ið tí verður skúgva til viks. Ístaðin hevur hann í áravís, brúkt alla sína orku til arbeiðið við eini ritgerð um ábyrgd - Alt meðan hann sjálvur rennur undan allari ábyrgd.
 
Absurd forhold
Í leikritinum er Eyolf lamin í eina beininum, men Stormgren hevur krypla hann somikið illa, at hann í hesi uppsetingini er eitt ilttelt, ið koyrir runt í einum elektriskum rullistóli, øll tala hja Eyolfi er skriva úr leikinum, og ístaðin hoyrir tú bert hása andadráttin úr iltteltinum. Hetta riggar væl inn í leikin og gevur, teimum absurdu forholdunum millum Ritu, Alfred, Eyolf og Astu ein enn meira absurdan dám. Rita vil eiga Alfred, vil ikki deila hann við nakran, enn ikki Eyolf, men hetta er ikki kærleiki, men heldur ein svøk ognarkensla, tí Rita elskar bert seg sjálvan. Alfred harafturímóti elskar Astu næstan líka nógv, sum hann elskar seg sjálvan.
 
 
Sálarligir kryplar
Leikurin gongur fyri seg hálvt annað døgn í lívinum hjá hesi sálarliga vanskeplaðu familju. Alfred hevur á einum túri í fjøllunum funnið út av, at ístaðin fyri ritgerðina um ábyrgd, skal hann ogna lítla Eyolfi alla sína tíð. Hetta fær øði í Ritu, ið ikki vil deilast við Eyolf um Alfred, hon ynskir, at Eyolf ikki var, og knappliga er hann ikki longur, Lítli Eyolf koyrir á sjógv í sínum elektriska rullistóli og druknar.
Hetta gerst hendingin, ið koppar øllum á. Tey bæði sjálvgóðu foreldrini verða noydd at hyggja inn í seg sjálvan, noyðast at endurumhugsa sítt lív og sítt samlív. Burtur úr hesum kemur góður og sterkur sjónleikur.
 
Væl spældur leikur
Bæði Alfred og Rita er væl spæld. Serliga er Benedikte Hansen í leiklutinum sum Rita sannførandi. Hendan kyniska veran, ið bert elskar seg sjálva og bert hugsar um seg sjálva, fær lív í hondunum á Benedikte. Peter Gilsfort spælir eisini sannførandi, tann eitt sindur distreti og djúpt forstýraði Alfred.
Leikluturin sum Asta var í frumsýningini spældur av Helle Fagralíð. Hon var ikki heilt sannførandi og gjørdi ikki heildarupplivingina betur. Helle Fagralíð verður tó ivaleyst ikki við í Føroyum, av tí at hon er somikið nógv við barn, og hetta sæðst ov týðiliga til, at hon kann spæla leiklutin sannførandi. Í staðin spælir Laura Bro leiklutin sum Asta. Teir báðir hjáleiklutirnir vóru sera væl spældir, Rasmus Botoft, sum tann heldur nørdkendi  verkfrøðingurin og Helle Hertz, sum tann ræðandi rottu moyggin, vóru bæði sera góð. Hertz gjørdi rottu moyggina júst so vemmiliga, sum hon eigur at vera. Meðan Botoft gevur leikinum eitt sindur av menniskjaligheit.
 
Myrkara síðan av mannasálini
Samanumtikið er talan um ein sterkan leik, um myrkaru síðirnar av mannasálunum. Ein leikur, ið verður sitandi í kroppinum leingi eftir at leiktjaldið er drigið fyri. Hetta er ein leikur, ið tekniskt fungerar á høgum støði. Hetta er ein forkunnugur møguleiki, hjá føroyingum at uppliva Kongaliga Danska Leikhúsið, uttan at skula fara av landinum.