Ein maður fongslaður fyri innbrot í Havn

Í gjár var ein maður í fimmtiárunum framsettur í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti við kravi um varðhaldsfongsling

 

Tað er í kjalarvørrinum á nógvu innbrotunum, sum hava verið í Havn seinastu tíðina, at ákæruvaldið vildi hava ein mann, sum løgreglan hevði afturhildið, varðhaldsfongslaðan, meðan kanningarnar halda fram.

Men var tó dømdur alt fyri eitt fyri sjey innbrot í Havn í hesum mánaðinum og fyri at hava hótt tvey fólk. Maðurin er dømdur fyri millum annað at hava brotið inn hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka og hjá Bláa Krossi. Hann er eisini dømdur fyri at hava stolið úr tveimum bilum, sum stóðu við Miðlon. Í øðrum bilinum hevði hann brotið ein rút og stolið millum annað ein pung við pengum og visakorti. Í hinum bilinum var ein fartelda stolin. Tá var hann saman við tveimum øðrum fólkum, sum eisini vóru tikin har í grannalagnum.

Dómarin ásetti ikki revsingina, men dømdi mannin at sita í varðhaldi í ein mánað, meðan sosialu viðurskiftini hjá honum verða kannað.

Verjin kærdi alt fyri eitt varðhaldsfongslingina, og úrskurður um tað kemur mánadagin. Til tá skal hann í øllum førum sita í varðhaldi.