Týsdagin longdi Alessandro Del Piero sáttmála sín við Juventus, so at hann nú er í gyldi til á sumri í 2010, og sunnudagin skoraði 32-ára gamli áleyparin einsamalla málið, tá ?Gamla Frúan? vann móti Genoa. Dysturin var ikki meira enn bríkslaður av, so fór Del Piero í skundi á sjúkrahúsið, har kona hansara Sonia føddi fyrsta barn teirra.
Og tað bleiv ein sonur, ið fær eitt heldur óvanligt italienskt navn.
- Kæru vinir, Sonia og eg eru sera stolt yvir at kunna kunngera at Tobias føddur. Bæði mamma og barn hava tað gott. Vit eru sera eydnusom og ynskja at takka fyri allar tær kerligu heilsanirnar, vit hava fingið, ljóðaði í einari melding frá persónligu heimasíðuni hjá Del Piero.