Ein nýggj tíð er byrjaðí Grønlandi

- Tað hevur styrkt medvitið hjá unga grønlendska ættarliðnum, at heimastýrisskipanin varð sett í gildi. Tað hevur m.a. fingið grønlendingar at kenna sítt egna virði, heldur skrivstovustjórin, sum seinastu níggju árini hevur eygleitt menningina í grønlendska samfelagnum

Herfyri var Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi, á almennari vitjan í Føroyum.

Við í fylginum vóru embætisfólk í grønlendsku landsumsitingini. Ein teirra var Sólja í Ólavsstovu, úr Havn.

Hon er skrivstovustjóri í deildini fyri lógar- og innanríkismál í Grønlandi, umframt at hon er limur í direktiónini.

Grønlendska umsitingin er øðrvísi skipað enn okkara. Har arbeiða eini 600 fólk tilsamans. Av teimum eru umleið 20 starvsfólk, bara á lógardeildini.

Sólja í Ólavsstovu er útbúgvin løgfrøðingur, og starvaðist eftir lokna útbúgving sum stjórnarskrivari í Føroya Banka í nøkur ár, áðrenn hon í 1988 fór til Grønlands at arbeiða.

Hon er gift við Niels Petersen, sum er grønlendingur og tey eiga tvey børn. Familjan býr í Nuuk.

Sólja og maðurin hittust í Keypmannahavn, har hon las løgfrøði og hann gekk á filmslistaskúlan.


Politikarar og umsitingarlig mál

Spurd hvussu arbeiðs- umstøðurnar eru í grønlendsku umsitingini, sigur Sólja, at tær eru góðar.

- Grønlendsku politikararnir leggja seg ikki út í umsitingarmál. Teir duga betur enn føroyingar at skilja millum umsiting og politik, sigur Sólja í Ólavsstovu.

- Hetta eru eisini viðurskifti, sum Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, leggur stóran dent á.Hann hevur verið við frá byrjanini í 1979, tá grønlendingar fingu heimastýri.

Sólja í Ólavsstovu er einasti føroyingur sum er komin so langt í embætismannaverkinum. Hon sigur sjálv, at tað fyri ein part er hepni, men eisini, at tað snýr seg um at verða á rætta stað til rætta tíð.

- Tá eg var útnevnd skrivstovustjóri, ringdi ein føroyskur løgfrøðingur, sum starvast í grønlendska embætismannaverkinum, og ynskti mær tillukku. Hetta var fyrstu ferð ein føroyingur slapp so langt, segði hann. Tað er vanligt at taka danir fram um, tá størv skulu setast, segði hann.

Familjan trívist væl í Grønlandi, og sjálv heldur Sólja, at veðurlagið er hugaligari. Kavin liggur allan veturin, og hóast tað er kalt, so slepst undan tí slavna veðrinum, sum vanliga er um veturin í Føroyum.Harnæst er tað heldur ikki so myrkt, av tí at stjórnuklára kavaklædda landslagið gevur eitt ávíst ljós, sum ikki er aðrastaðni.

Í Nuuk búgva 14000 fólk, men tað er ikki so langt um at fara sum í Havn.

- Sjálvandi er talan um tvær ógvuliga ymiskar mentanir, eins og málið eisini er so nógv øðrvísi enn okkara. Eg skilji ikki grønlendskt, men tað er eingin trupulleiki. Øll tosa danskt.

Um arbeiðið, sigur Sólja í Ólavsstovu, at tað er áhugavert og spennandi. Heimastýrislógin er so ung, og tí er arbeiðið ein prosess, sum er í síni byrjan.

- Vit hava ómetalga nógv at gera, og eingin dagur líkist. Tað eru ikki stundir til so nógv annað enn arbeiðs- og heimalív, sigur Sólja.

Grønlendska samfelagið er í síni byrjan. Tað eru bert 100 ár síðan her búði eitt upprunafólk, sum lívbjargaðu sær sum veiðifólk. Fólkið livdi sum normadur og fóru hagar veiðan var at fáa. Tað merkir, at tey í dag ikki eru so materalistisk ella hugsa longur enn til dagin í dag. Hetta er eitt ógvuliga blítt og fyrikomandi fólk.


Orðaskifti um mál og mentan líkist okkara

- Tað er tó nógv broytt í Grønlandi, síðan heimastýrið varð sett á stovn. Fólkið er farið at leita eftir sínum samleika ella identiteti. Hóast tey ikki eru tjóðskaparsinnað á sama hátt sum føroyingar, so verður nógv gjørt, fyri at varðveita grønlendskt mál og mentan.

- Eitt nú líkist orðaskiftið um málið nógv tí føroyska, men hetta er alt ógvuliga nýliga íkomið.

- Fyri ári síðan var ein ópolitisk fólkafylking fyri loysning stovnað, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Nógvar ábøtur skulu tó gerast, áðrenn grønlendska samfelagið kemur á hædd við t.d. okkara.

Eitt nú tosa ikki allir grønlendingar sítt móðurmál. Tað kom av, at danska stjórnin í sekstiárunum kravdi, at allir grønlendingar skuldu tosa danskt. Í skúlunum vóru bert danskir lærarar, og øll undirvísing fór fram á donskum máli.

Í teirri tíðini var tað tí ?fint³ at tosa danskt. Tað hevði við sær, at nógv grønlendsk børn als ikki lærdu at tosa grønlendskt. Teir hava verið noyddir at finna seg í nógvum frá danskari síðu, sigur Sólja.

Hon heldur, at alt tó fer at síggja øðrvísi út, um eini 20 ár, tá grønlendingar hava fingið fótað sær í egnum landi.

Tað var tó ikki uttan trupulleikar fyri upprunafólkið at siðmenningin varð innførd í Grønlandi.

Broyttu samfelags viðurskiftini seinastu 18 árini er tó longu sjónlig. Ungir grønlendingar, sum vilja koma sær fram, liva øðrvísi enn teir gomlu gjørdu.

- Rúsdrekkasølan er nógv minkað seinastu árini. Tað er ikki so smart longur at smakka sær á, og tað verður ikki uttan víðari góðtikið at fólk bera seg býtt at í fyllskapi.

- Grønlendingar eru kortini ikki fordømandi. Øll verða góðtikin, men tað er ikki vælumtókt, so sum grønlendskir politikararnir áður førdu seg fram.

- Ein sjálvkensla er íkomin, sum politiskt byggir víðari á tað, sum er, sigur Sólja.

Hon eins og onnur, ið komu til Grønlands, vóru ávarað, hvussu vandamikið tað var at ferðast úti á kvøldi í Nuuk, tí býurin var so kriminellur.

- Tað er als ikki rætt. Eg kenni meg eins tryggan í Nuuk á kvøldi, sum í Havn, sigur Sólja.

Tað eru nógvir trupulleikar, sum vit ikki kenna frá okkara gerandisdegi í Føroyum. Rúsdrekka og hach misnýtslan er stór, og av hesum stendst eisini ein ávísur kriminalitetur, men narkomanar og narkotika er ikki í Grønlandi.

Tað verða ikki framd innbrot og tílíkt fyri at stjala pening, men harafturímóti er harðskapur og drápsroyndir - ofta í samband við rúsdrekka - ikki óvanligt.

- Tað er eisini veruleiki, at fólk - serliga í Eysturgrønlandi taka lívið av sær. Tað er ofta upprunafólkið, sum hevur livað í einum veiðisamfelag, sum við siðmenningini hava fingið trupulleikar av at fóta sær.


Ongin mannamunur

Sólja í Ólavsstovu hevur ikki merkt, at tað verður gjørt mannamunur, tí hon er útlendingur í Grønlandi.

- Grønlendingar hava stóra virðing fyri føroyingum. Tað er ein fyrimunur hjá mær, men tey, sum ikki kenna meg, kunnu ikki síggja, um eg t.d. eri hálvur grønlendingur. Á gøtuni verður onkuntíð rópt eftir mær, men eg skilji ikki hvat sagt verður, so tað nervar meg ikki, sigur Sólja.

Um munin at búgva í Danmark og í Grønlandi, sigur Sólja, at hon ongantíð treivst í danska samfelagnum, men at henni dámar sera væl í Grønlandi.

- Hetta samfelagið líkist meira okkara, og eg kundi fyri tað verið í Føroyum, undantikið at tað er keðiligt at familjan býr so langt frá okkum, sigur Sólja og tekur samanum:

- Grønland skal gjøgnum somu prosess, viðvíkjandi donsku ávirkanini, sum føroyingar vóru um aldarmótið.

- Møguleikarnir eru her í ríkiligt mát. Eitt nú eru nógv kostnaðarmikil ráevni í Grønlandi, eitt nú er prógvað, at her eru gimsteinar og gull funnið, tó at tað higartil ikki er í so stórum mongdum, at tað lønar seg at fáa eina vinnu burturúr.

- Menningin gongur við rúkandi ferð. Grønlendingar eru nú meira vitandi um sítt egna virði, og um eini 20 - 30 ár, er fólkið her á hædd við okkum í Føroyum.