INTERTOTO
Altjóða luttøkan hjá B68 er av fyri hesa ferð. Og um toftamenn skulu hugsa um møguleikan fyri aftur at røkka europeisku kappingunum, so er tað besta, sum teir kunnu gera, at gloyma leygardagsdystin ímóti sveisiska St. Gallen. B68 skal spæla landskappingardyst á Skála í morgin, og teir skulu spæla í Gundadali ímóti HB sunnudagin.
Um B68 skal hugsa um at vera við í oddastríðnum, so skulu teir fáa nógv burturúr hesum báðum dystunum á útivølli. Tað fáa teir ikki, um hugburðurin og harvið avrikið ikki verður av heilt øðrum slagi, enn tað var leygardagin. Tí gera teir best fyri seg sjálvar, um teir gloyma leygardagsdystin.
Øssur Hansen hevur síðstu vikurnar havt trupulleikar við lærinum. Kanska kundi hann havt spælt leygardagin, men venjarin valdi at lata spælaran við størstu altjóða royndunum sita á beinkinum allar 90 minuttirnar. Frank Skytte hugsaði ivaleyst um Skála ferðina í annað kvøld og um Havnar ferðina komandi sunnudag. Tað boðar frá heilt nátúrligu prioriteringini, men tað kann ikki nýtast sum undanførsla fyri avrikinum leygardagin ella heldur manglandi avrikinum.
Sum í sveisaraosti
Føroysk feløg hava tey seinastu tíggju árini ofta verið spæld sundur og saman á Svangaskarði. Tá hevur gamla munnheldið hjá Pálli Guðlaugssyni, at vit vóru við fyri at læra, verið at hoyrt. Nú er tað ein gomul frasa, men dysturin hjá B68 ímóti St. Gallen vísti, at lærdómurin frá tíggju árum í europeisku kappingunum ikki hevur verið nakar serligur.
B68 megnaði á ongan hátt at gera mótstøðu. Teir á heimaliðnum tóktust ikki serliga væl upplagdir. Teir runnu ikki nóg nógv, teir megnaðu illa at byrgja uppfyri mótstøðumonnunum, sum teir lógu langt frá, og B68 royndirnar ímóti málinum hjá so at siga arbeiðsleysa Oliver Stóckli kundu teljast á aðrari hondini, og tær vóru sera smáar.
Bara ein lítil løta var farin, tá ein av teimum reyðklæddu við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á Ionel Gane, sum takkaði fyri, og so komu málini drússandi hvørt eftir annað.
Tað er so ymiskt, hvat endamálið er. Hjá troyttu og illa sperdu B68 monnunum tóktist málið vera at sleppa so toluliga burturúr tí, sum tað kundi bera til. Leingi sá tað út til, at tað skuldi eydnast "bara" at tapa 3?0, men síðstu smáu tjúgu minuttirnar skoraðu gestirnir trý mál afturat. Harvið var eggið, sum tað í hesum Wimbledon tíðum verður tosað um, veruleiki. Tað var eyðmýkjandi fyri B68.
Nógvar altjóða royndir
Tað hevur ofta víst seg, at útlendsk feløg ikki hava lagt í at spenna seg so nógv út, tá tey hava tryggjað sær, at tað vera tey og ikki føroysku mótstøðuliðini, sum sleppa at halda fram í kappingini.
Soleiðis var tað ikki við St. Gallen. Hóast teir samanlagt vóru frammanfyri 8?1, tá fyrra umfarið var liðugt leygardagin, so spentu teir seg eisini út í 2. hálvleiki. Nýggir menn komu á vøllin, og teir vildu fegnir vísa venjaranum, at tað skal roknast við teimum, tá tað um nakrar vikur verður farið undir eitt nýtt kappingarár í Sveis.
Stóri spælarin hjá St. Gallen var aftur hesa ferð Ionel Gane. Hesa ferð skoraði hann fýra mál. Hesin Ionel Gane er ikki hvør sum helst. Hann er rumenskur landsliðsmaður, sum tað ivaleyst fer at verða nógv at frætta um, tá tað seinni í heyst verður farið undir EM undankappingina.
Umframt rumenska landsliðsmannin vóru tríggir aðrir fremmandir landsliðsspælarar á Svangaskarði leygardagin. Teir vóru Jerren Nixon úr Trinidad, Daniel Imhof úr Kanada (hann skoraði til 3?0, áðrenn hann varð skiftur út), og so Alexander Tachie Mensah úr Ghana.
Harafturat vóru tríggir sveisiskir landsliðsspælarar á liðnum hjá St. Gallen. Teir vóru Stephan Wolf, Patrick Winkler og Sascha Müller. Tað boðar frá, at gestirnir vóru ikki hvørjir sum helst.
7. oktober í 2000 tapti føroyska landsliðið 5?1 í Sveis. Úrslitið var tað sama, sum tað var, tá B68 næstsíðsta leygardag var í Sveis. Á heimavølli megnaði føroyska landsliðið 2. juni í fjør at geva Sveis mótstøðu. Ta ferðina skoraði Sveis eitt mál á Svangaskarði, tá tað restaðu níggju minuttir. Tá úrslitið hjá B68 leygardagin verður sammett við úrslitið hjá landsliðnum fyri trettan mánaðum síðani fæst ein góð ábending um, at føroysku feløgini framvegis hava nógv at læra í altjóða høpi. Vónandi verður tann ábendingin gjørd til skammar, tá B36 og GÍ seinni í summar sleppa framat.
B68-St. Gallen 0?6 (0?2)
Intertoto Cup
Leygardagin 29. juni kl. 17.00 á Svangaskarði
Dómaratrio úr Litava:
4. dómari: Jens Albert Simonsen
250 áskoðarar
0?1: Alexander Tachie Mensah 7.
0?2: Ionel Gane 16.
0?3: Daniel Imhof 39.
0?4: Rainer Bieli 71.
0?5: Ionel Gane 83.
0?6: Ionel Gane 87.
St. Gallen í 2. umfar við málmuninum 11?1
B68: 1. Michael Kokoszanek ? 12. Jan Petersen, 4. Hans Fróði Hansen, 17. Messias Pereira, 6. John Heri Dam ? 5. Marlon Jorge (14. Bogi Petersen, 72.), 18. Oleif Joensen (13. Øssur Jacobsen, 85.), 10. Fróði Benjaminsen, 3. Fríðin Ziskason, 2. Jann Ingi Petersen - 9. Marcello Marcellino (11. Arnold Joensen, 72.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 7. Øssur Hansen, 15. Mannbjørn Nesá, 16. Kjartan Nesá, 20. Morten Skytte
Venjari: Frank Skytte
Liðleiðari: Jógvan Højgaard
Ognarrøkil: Johan Simth Jensen
Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm
Gult kort: Fríðin Ziskason 45., Øssur Jakobsen 90.
St. Gallen: 1. Oliver Stóckli ? 4. Stephan Wolf, 5. Patrick Winkler, 6. Sascha Müller, 7. Jerren Nixon, 8. Daniel Imhof (3. Carlos Chaile, 46.), 10. Ionel Gane, 11. Alexander Tachie Mensah (9. Rainer Bieli, 46.), 15. Pascal Jenny (17. Tranquillo Barnetta, 73.), 20. Jairo Luic Filho
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 18. Flavio Agosti, 16. Jan Berger, 19. Nicola Colacino, 22. Fernandes Oscar Tato
Venjari: Gerard Castella
Hjálparvenjarar: Werner Zünd og Michel Ritschard
Gult kort: Patrick Winkler 45.