Tað segði Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum er partur av politiska fylgibólkinum.
– Hetta er ein heilt ótrúliga stórur dagur fyri Suðuroy. Vit søgdu longu, tá vit tóku við hesum valskeiði, at nú eigur Suðuroyggin tørn, segði Bjarni Hammer.
– Hetta er tað sum ger, at vit koma við í kampin og verða javnstillað við restina av Føroyum. Nú nærkast okur, segði hann.
Hann vísti á, at suðuroyingar hava brynjað seg við toli, men skulu nú brynja seg nakað afturat, men vit fara í gongd næsta ár, segði hann.
Hann nýtti eisini høvið at takka fylgibólkinum og tunnilsfelagnum, sum hevur gjørt eitt stórt arbeði, segið hann og takka eisini umsitingini hjá løgmanni.
– Hendan semjan millum allar flokkar, sum nú er undirskriva, kann ikki undirmetast. Tillukku allir suðuroyingar, segði Bjarni Hammer.