Ein partur av Havnini doyr

Tað er ikki bara ein sorgarleikur fyri kondittarígangarnar, at Kondittaríið er latið aftur. Við tí doyr eisini ein partur av býnum heldur fólkalívfrøðingurin Eyðun Andreassen, sum sjálvur hevur verið ein trúgvur vitjandi og harvið telist millum kondittarítypurna

Afturlating

Tað var møtiðmikið at fara á Kondittaríið á Káta Horninum í Havn leygardagin, tá opið var fyri seinastu ferð. Hóast hýrurin var góður, sum hann altíð er á Kondittaríinum, so var ikki sørt av jarðarferðstemningi at hóma. Mong av teimum, sum trúliga hava vitjað á Kondittaríinum í eitt mannaminni vóru komin saman fyri at siga hesum góða stað eitt seinasta farval.

Eyðun Andreassen er ein av teimum mongu, sum hevur leitað sær heim á Kondittaríið javnan og dylur hann heldur ikki fyri, at tað hevur havt nógv at týða fyri seg. Hann er keddur av, at tað nú letur aftur. Tá vit biðja um eina viðmerking sær hann sær Kondittaríið við bæði persónligum og professionellum brillum og heldur fyri, at við afturlatingini av Kondittaríinum doyr ein partur av Havnini.

-Hetta er so bara eitt stað har fólk møtast, og tað gevur lív. Onnur møtast í Undirhúsinum, og hevur tað stóran týdning fyri tey fólkini, ið hittast har. Men hevur ein býur sum Havnin einki slíkt stað sum Kondittaríið, so doyr hann ella ein partur av honum sigur Eyðun Andreassen, sum heldur, at hevði tað verið býráðsval í ár, so hevði tað neyvan verið lukkað her.

Samveran
Baldvin Baldvinsson hevur verið ein av teimum trúgvu kondittarígangarunum. Hann er eins og allir borðkammiratarnir í døpurhuga, nú dyrnar verða læstar med alla. ?Eg eri komin her í 35 ár, og Kondittaríið er blivið ein partur av mær. Eg fari at sakna hetta ómetaliga nógv - samveruna við kammiratarnar, kaffimunnin, prátini um heimlig og politisk mál. Eg vóni tó , at tað letur uppaftur. Havi hoyrt, at tað antin verður selt ella lýst til leigu. So mugu vit bara vóna, at tað fer at halda fram sum kondittarí so ella so.

Kondittarítypan
Rasmus Rasmussen hevur eisini verið ein av teimum trúgvu kondittarígangarunum. ?Eg havi gingið her síðani eg var smádrongur og er man blivin tað ein kann kalla ein kondittarítypa. Nú lukkar og er tað ein vanlukka. Tað er nógv fyri. Fyri nógvum árum síðani fekk man ikki eina øl í býnum. Nú fær man ikki ein kopp av kaffi eftirhondini. At Kondittaríið stongir vildi verið tað sama sum, at Triumfbogin í Paris varð tikin niður ella Tivoli í Keypmannhavn lat aftur fyri well. Kondittaríið er vorðin ein livandi partur av Havnini, so eg vóni, at borgarstjórin í býnum, sum eisini plagar at leggja sær leiðina um Káta Hornið nærum hvønn dag, syrgir fyri, at tað letur uppaftur.

Rasmus heldur eisini, at Kondittaríið hevur havt stóran týdning fyri fólkini, sum ganga her, eitt nú hevur sosiala samveran havt nógv at siga. ?Nú vóna vit, at onkur letur tað uppaftur. At vit ikki fáa somu góðu servitrisurnar mugu vit so bara góðtaka, men atmosferan má vera tann sama. Vit vilja hvørki hava Burgerking ella Pizzaria her.

Rasmus, sum sjálvur er kendur fyri at vera so skjótur í replikkini og hittinorðaður, sigur, at hann fer at sakna løturnar við borðið á Kondittaríinum. Tað eru ikki stundir nú at minnast aftur á allar tær mongu søgurnar men Rasmus ásannar, at man skal hava harða fyri at sita við hetta borðið hvønn leygarmorgun. Hevði hetta borðið (tað til vinstru fyri inngongdina, blaðm.) kunnað tosað, tá hevði tað kunnað fortalt nógv.

Eiler Viderø telist eisini millum stammgestirnar á Kondittaríinum. ?Eg haldi tað er sera keðiligt, at tað nú stongir. Minnist tá vit sum dreingir fyri meira enn fimti árum síðani plagdu at fara oman á Kondittaríið at gera lektiur. Síðani hevur man havt ótrúliga nógvar góðar løtu her við borðið, har tað hevur borið til at práta um alt. Tað verður ein stórur saknur ikki at kunna fara á Kondittaríið aftur.

Jan Christiansen, borgarstjóri er eisini ein av kondittarítypunum. Hann er sera harmur um, at hetta so fólksliga plássið nú verður søgur og sær helst, at tað letur uppaftur sum skjótast men heldur tó ikki, at hetta er ein uppgáva fyri býráðið. ?Hvussu gjarna eg enn vildið tað, kann eg ikki síggja, at kommunan kann fara at blanda seg uppí handilslívið í býnum sigur hann. Býarmyndir fara og tað er ógvuliga spell. Sjálvur havi eg gingið inn á Kondittaríið seinastu 30 árini. Trivnaðurin hevur nógv at siga fyri býin, og hevur Kondittaríið nettup verið so medvirkandi til ein góða trivnað í miðbýnum. Jan Christiansen sær fegin, at Kondittaríið heldur fram, men tað má so vera á privatum støði sum higartil. Tað er so mikið prinsipielt, at kommunan kann ikki fara inn handilslívið á henda hátt. Kommunulógin forbjóðar tí eisini.

Keðiligt
-Hetta er sera keðiligt fyri okkum, sum hava verið her so leingi men ikki minst fyri tey mongu fólkini, sum koma inn á gólvið dag eftir dag sigur Hanna Danielsen, sum er tann av servitrisunum, sum hevur verið har longst. Hon hevur arbeitt har í samfull 37 ár. --Men einaferð skal man so gevast. Nakrar av okkum eru eisini blivnar ov gamlar, og húsið er eisini illa farið. Eg vóni tó, at onkur annar tekur seg um reiggj. Hinar kvinnurnar, sum so trúliga hava tænt havnarborgum við teirra skjótleika og góðu medferð, eru Randi Ziska, sum hevur verið har í 20 ár, Marjun Joensen í 25 ár, Frida Thomassen í 13 ár, Ann Jústinussen í 4 ár og Heinina Gaard Hansen í 23 ár.