Ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið

Eitt ferðsluóhapp var á vegamótinum Velbastaðvegurin/Marknagilsvegurin stutt eftir klokkan eitt í nátt.

 

Ein bilur skuldi av Velbastaðvegnum inn á Marknagilsvegin, men steðgaði á í vegamótinum. Aftan fyri hann kom tó ein annar bilur, sum ikki varnaðist, at fyrri bilurin steðgaði. Endin var, at hann rendi upp í bilin frammanfyri.

 

Ein persónur bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið við pínu í rygginum og bilarnir fingu stóran skaða, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.