Ein skálkur og annar

Jákup J. Joensen
Sumba
???

Jóannes Eidesgaard, Henrik Old, Hans Pauli Strøm og Johan Dahl ætlaðu sær at tveita Suðuroynna út í borgarakríggj, men tað mislukkaðist ? vónandi.
Tvøroyri og Vág hava nú leitað saman móti felags fíggindanum og stóra tøkk fyri tað.
Vit hava nú eina søguliga semju um felags støðu í stóra skilnaðarmálinum um skúlar og ellisheim, og tað var tað, sum landsstýrið bað um.
Nú hevur landsstýrið fingið tað, sum tað bað um, og nú má altso hasin sokallaði løgmaðurin fara at gevast og ikki elva til meira klandur og stríð, enn hann longu hevur gjørt.
Um onkur kverulantur úr onkrari minni kommunu rennur hipp hopp aftaná Oldinum og hansara idiotiska tvassi og tvætli, taka vit ikki so tungt. Vit kenna hann, og hava langt síðan givið hann upp fyri skutil. Vónandi kenna tingmenn henda mann, serliga aftaná fyrsta og annað rundstykkjakríggið, har teir so manniliga bardu hann av.
Eingin av hesum monnum bríggjar seg um at búgva í Vági, men hví teir so skulu hegla so nógv niður á sítt egna fólk, ja tað skilur eingin.
Vit upplivdu eina stóra og sterka framburðstíð undir seinastu samgongu, og nú stríðast javnaðar- og sambands- og fólkafloksmenn av øllum alvi við at sorla og morla alt niðuraftur. Ella, kanska teir fara at hugsa seg um av álvara, og ikki lata seg taka av fót-um, nú skúlin, sum tingið flutti úr Hovi til Vágs aftur skal flytast til Hovs aftan á at einar 10 milliónir eru brúktar.
Tann dagin tað hendur kemur Føroya løgting á eitt klárt fyrstapláss í alheims metbókina fyri idiotiskar felagsskapum.
At skapa split dugir Hendrik Old meistaraliga væl, hann leggur heldur ikki í politisku framtíð sína. Hann veit,a t hansara dagar eru taldir, og at tær tjúgu atkvøðurnar frá fólkatingsvalinum eru ein stór skomm fyri ein mann, sum hevur verið í politikki í skjótt 25 ár.
Um ikki gamli maðurin á Tvøroyri hálaði hann upp um tinggáttina hesuferð, ja so var heilt galið. Og reaktiónin er so ein long hevndaratsókn móti okkum suðringum.
Iki eru tað øll, ið tola at fáa vald, og tað besta dømi av øllum er javnaðarflokkurin.
Flokkurin sum rann av arbeiðararørsluni, happar hesa í dag somu rørslu, sum var hon hansara størsti fíggindi.
Við skattalættanum til tey ríku hevur javnaðarflokkurin skapt eitt nýtt stættasamfelag millum tey, sum eru ringast fyri, og so tað betra slagið.
Á fíggjarlógini hava teir strikað og lækka teir allar játtanir til tey minni mentu og tey brekaðu, og samfelagið hevur fingið eina ta størstu slagsíðuna nakrantíð. Og væl duga teir at tiga tað burtur. Vit síggja ongar forsíður yvir neyð og elendigheit longur, tí eisini blaðið hjá javnaðarflokkinum er endað í teimum feitu fólkaflokslummunum.
Her valdaði sátt og semja um skúlamálið, og løgtingið hevur brúkt 10 mió. kr. til onga verðsins nyttu.
Jóannes Eidesgaar fekk alt upp á kók, og skuldi skapa klandur og stríð, hann livir ikki uttan. Hann sá sær ein møguleika fyri at fáa split í oynna, og tveitti ein brand inn í hana, so at alt fór á gos.
Suðringar skulu sanniliga merkja, hvør er á toppinum og við turkatrúgvari disiplin móti løgmanni hevur landsstýrismaðurin í almumálum eftir boðum frá løgmanni trumla alla mannsømiliga viðferð til síðis.
Átalan frá umboðsmanninum um starvið á Tvøroyri fekk ongar avleiðingar fyri landsstýrismannin, tí hann gjørdi bara tað, sum løgmaður hevði biðið hann gera. Og løgmaður hevur eftirlitið við landsstýrismanninum og ger sjálvandi einki móti honum, og tí fáa ákoyringarnar frá umboðsmanninum ongar avleiðingar longur. So skjótt kláraði Eidesgaard at trumla rættartrygdina hjá umboðsmanninum fyri bakka.
Tingmaður teirra í Vági hevur verið trúgvasti exportørur av almennum arbeiðsplássum út úr Vági í ein mansaldur. Einki ? púrasta einki hevur hann drigið til bygdina, og hann hevur nú í longri tíð leikað í sum ein óður maður, og hevur barst ímóti øllum hugsandi til Vágs og Suðuroyar, so sum sjóvinnuskúla og politi, sýslukontór, frímerkjadeild, toll og skatt, o.a.m. Og sum krúnuna á verkinum stongdu teir báðir, Eides-gaard og Old tað mest hypermodernaða flakavirki í Vági í sini tíð. Og presis somu menn herja nú aftur á Vágs bygd og vágbingar.
Seinasta bragdið hjá Oldinum var so at forbjóða tí troytta arbeiðandi fólkinum um alt landið eitt rundstykki sunnudag fyrrapart, men tað kiksaði hjá honum, og tað gjørdist honum ein landaskomm.
Hann man hava ætlað at forboðið bara skuldi galda fyri Vág, so kanska tað lukkaðist, men nú bleiv bitin for stórur. Hesuferð tendraðu øll onnur eisini, tí tey kundu also ikki finna seg í hesum áganginum frá hesum manni.
Hetta teir gera móti Vági við miðnámsskúlanum er líka so sinnissvakt sum tað við rundstykkjunum, minnist til tað. Og profeturin aftanfyri er so eisini tann sami.
Rundstykkjastríðið er av, og Oldurin mátti bíta í tann harða skálkin.
Nú er so bara at vóna, at løgtingið ikki letur hann vinna stríðið um skúlan, har friður og semja valdaði. Vónandi kúgar tingið hann enn eina ferð at bíta í grasið, og letur fólki her suðuri fáa frið at liva.