Í viðmerkingum í Sosialinum, 9. januar lýsti eg eftir støðu Javnaðarfloksins til fasta sambandið um Vestmannasund. Eg gjørdi púra greitt, at um støða Javnaðarfloksins var broytt síðan 1988, tá Javnaðarflokkurin var fremsti talsmaður fyri ?tlanini og setti hana í verk, so fór neyvan nakar javnaðarlisti at verða í Vágum til komandi løgtingsval. Hetta var als ikki ?tlað sum nøkur hóttan, men sum ein staðfesting av støðuni, sum hon í veruleikanum er.
Eg boðaði eisini frá, at greiði skuldi fáast á hesum sum skjótast. Avtalað var longu tá at hava fund við leiðslu floksins vesturi í Vágum mánadagin, 12. januar, og sagt var eisini frá, at málið fór at verða reist á fráboðaða floksleiðslufundinum á Argjum dagin eftir, 10. januar.
Floksleiðslufundurin
Tað gjørdist skjótt greitt, at støða floksins til fasta sambandið um Vestmannasund als ikki er broytt. Umboð úr flest øllum umdømum høvdu longu undan fundinum gjørt støðu sína greiða í hesum máli. Og ein sannur fløvi var tað at merkja, at suðuroyingar, sandoyingar, og suðurstreymoyingar av fullum huga tóku undir við okkara sjónamiðum í hesum máli.
Norðstreymoyingar vóru ikki á hesum fundi, men undan fundinum høvdu umboð haðani latið okkum vita, at teir tóku fult undir við okkara sjónarmiðum. Eysturoyingar og norðoyingar tóku ikki orðið í málinum, men tað kundi tíðiliga skiljast á fundinum, at støða Javnaðarfloksins als ikki var broytt: Javnaðarflokkurin er framvegis heitasti talsmaður fyri fasta sambandinum um Vestmannasund, og fer hann sum partur í eini komandi samgongu at seta ?tlanina í fremstu røð í komandi samferðsluíløgu?tlan.
Fundur vesturi
í Vágum
Mánakvøldið, 12. januar var so fundur við Jóannes Eidesgaard, floksformann, Dan Petersen, n?stformann og Eyðálv Dimon, floksskrivara.
Eisini hetta var ein góður fundur, sum bara undirstrikaði støðu floksins. Har varð sjálvandi tosað um møguleikarnar fyri framhaldi av tí arbeiði, ið longu varð byrjað fyri 10 árum síðan.
Tað kann sláast fast, at í hinum flokkunum eru sterkar kreftir, sum síggja fasta sambandið sum eina forðing fyri flogvølli á Glyvursnesi. Og tá hetta er teirra fremsta mál, so gera tey alt fyri at útseta eina samanbinding av Vágum og Streymoy, sjálvt um tey innast inni eru fullvís um, at tað er besta loysnin fyri allar partar.
Grunnatátan
Sjálvsagt høvdu javnaðarfólk í Vágum eins v?l og tingmanningin roknað út, hvat løgmaður og hansara líkar høvdu í kvittanini við grunnatátuni til vágafólk, og tí man tað vera ein misskiljing, um onkur heldur, at tað er ein loysn, sum Vága Javnaðarfelag kann taka undir við.
Einki uttanum tos
Men vágafólk lata seg ikki tøla av uttanumtosi, hvørki frá Peri ella Póli.Vit vilja hava greið beskeð, og tey hava vit nú fingið frá Føroya Javnaðarflokki. Beskeð, sum flokkurin ikki kann leypa undan, tí tey eru søgd av evsta myndugleika floksins, nevniliga floksformanni, n?stformanni, floksskrivara og floksleiðslu Javnaðarfloksins: Tá Javnaðarflokkurin í 1988 samdur tók avgerð um at fara undir fasta sambandið um Vestmannasund, so var tað tí, flokkurin metti hesa íløgu sum eina skilagóða íløgu. Tí vil flokkurin í eini møguligari komandi samgongu skora á, at henda íløga f?r fremstu raðfesting í eini neyðugari samferðsluútbygging til tess at tryggja útjaðaranum bestu livi- og vinnumøguleikar.
Hans Jørgensen