Formaðurin í Kommunulæknafelagnum harmast um hendingina, tá 69 ára gamli Herman Olsen á Sandi lat lív, fáar tímar eftir at hann hevði fingið boð frá læknavaktini um, at alt fór at laga seg.
- Bæði persónliga og fakliga eru vit læknar áhugaðir í, at okkara arbeiði er so trygt og gott sum tilber. Tí eiga vit at hyggja eftir, hvat kann gerast betri, sigur Marjus Dam.
Formaðurin í Kommunulæknafelagnum er varin, tá hann skal gera viðmerkingar til tilburðin á Sandi, sunnumorgunin 29. desember í fjør.
69 ára gamli Herman Olsen andaðist, bara fáar tímar eftir at familjan hevði verið í samband við læknavaktina, ið heldur til á Landssjúkrahúsinum. Í Sosialinum fríggjadagin greiddi familjan frá syrgiligu søguni og teimum ósvaraðu spurningum, ið standa eftir, nú teirra maður, pápi verfaðir og abbi brádliga varð tikin frá teimum.
Les eisini: Skeiv boð kostaðu Herman lívið
Marjus Dam harmast støðuna.
- Hetta er ein syrgilig misskiljing, staðfestir hann.
Misskiljingin liggur, sambært honum, í samskiftinum millum familjuna og læknavaktina.
- Ein lækni, sum skal geva eina góða viðtalu umvegis telefonina, skal hava góðar upplýsingar at byggja sína avgerð á, staðfestir Marjus Dam.
Hann váttar samstundis at læknavaktin, umvegis sjúklingajournalina, hevur atgongd til allar upplýsingar um teir sjúklingar, ið hava brúk fyri hjálp.
- Eg má ganga út frá, at læknin hevur gjørt sína meting út frá støðuni júst tá. Tað vil siga, tá familjan ringir. Og tað er her, at misskiljingin liggur. Í samskiftinum millum familjuna og læknavaktina, sigur Marjus Dam.
Hvør hevur ábyrgdina av tí?
- Læknin hevur ábyrgdina av at fáa neyðugar og neyvar upplýsingar frá teimum, sum ringja til læknavaktina, svarar Marjus Dam.
Formaðurin í Kommunulæknafelagnum leggur afturat, at hann kennir ikki ítøkiliga málið niður í smálutir. Hann veit ikki neyvt, hvussu samskiftið er farið fram hesa lagnunáttina.
Les eina longri samrøðu við Marjus Dam í Sosialinum. Blaðið kann keypast online við at TRÝSTA HER.
Les eisini: Aðalstjóri inn í málið um Herman