Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari varð handtikin í Sandoynni í nátt, tí illgruni var um, at hann koyrdi við ov høgari promillu.
Hetta var umleið klokkan 02.30 í nátt, og løgreglan sigur, at blóðroynd er tikin.
- Promillumarkið er lágt - bert 0,2, meðan tað er 0,5 í øðrum londum. Men, hesin bilførarin hevði ov høga promillum eftir okkara mátistokki.
Vaktleiðarin sigur, at tá bilførarin hevði givið blóðroynd, varð viðkomandi leyslatin aftur.
- Hvussu hetta málið tekur seg út, fer tíðin at vísa, tá vit hava fingið úrslitið av blóðroyndini, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.











