Raphinha kann spæla móti Noregi

Brasil hevur fingið ein týdningarmiklan styrk undan áttandapartsfinaluni móti Noregi í HM Í kvøld

Raphinha hevur vant við brasilska landsliðnum seinastu dagarnar og kann fáa nakrar minuttir, tá Brasil møtir Noregi í HM-áttandapartsfinaluni. Mynd: Vincent Carchietta/Ritzau Scanpix.

Landsliðsvenjarin Carlo Ancelotti sigur sambært Reuters, at Raphinha er klárur at spæla ein leiklut í dystinum, hóast hann framvegis ikki er hundrað prosent.

 

– Raphinha ger góð framstig. Hann er ikki heilt klárur enn, men hann er tøkur at sita á beinkinum og spæla nakrar minuttir. Hann kann gerast gagnligur í ávísum støðum, sigur Ancelotti.

 

Raphinha fekk ein vøddaskaða í øðrum bólkadystinum hjá Brasil móti Haiti fyri tveimum vikum síðani, men hevur vant við liðnum seinastu dagarnar.

 

Brasil og Noreg spæla áttandapartsfinalu í kvøld klokkan 21 okkara tíð.

 

Raphinha hevur vant við brasilska landsliðnum seinastu dagarnar og kann fáa nakrar minuttir, tá Brasil møtir Noregi í HM-áttandapartsfinaluni. Mynd: Vincent Carchietta/Ritzau Scanpix.